Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

- Tað, sum stendur sterkast eftir frá 2020, er týdningurin av felagsskapinum. Týdningurin av at vera virkin saman við øðrum. Soleiðis segði Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, í røðu síni á aðalfundinum hjá Ítróttarsambandinum.

- Um nakar ivaðist áðrenn, ja, so ivast tey ikki longur. Nú vit vórðu avbyrgd og skuldu halda frástøðu, sóu vit greitt, hvønn eyðsýndan týdning tað hevur at íðka saman við øðrum, segði hon og vísti á, at fólk, sum eru knýtt at einum felagsskapi, hava tað betur.

So um ítrótturin verður tikin frá fólki - ja, so hevur tað sjálvandi kropsligan týdning - men fyrst og fremst hevur tað stóran sálarligan og sosialan týdning, vísti hon á.

Hon staðfesti í sama viðfangi, at Ítróttarsambandið fer at taka hetta serliga árið við sær - og byggja komandi virksemið á hesa sannkenning.

- Felagsskapurin, sum kanska hevur verið nakað forfjónaður í mun til elituna, má dragast upp. Breiddin má setast heilt uppá síðuna av elituni. 

Elin H. Joensen vísti á, at vit mugu gerast betur til at dyrka bæði. Elituna, evnini, málini øðrumegin - og breiddina, rørslugleðina og felagsskapin hinumegin. Tað hevur 2020 sligið púra fast. 

Hon segði somuleiðis, at fleiri ymisk tiltøk verða sett í gongd í næstum, fyri at fáa breiddina við.

Forsetin í ÍSF, Elin H. Joensen, var hvassorðað á fundinum, tá hon kom inn á fíggjarviðurskiftini hjá føroyskum ítrótti.

Tørvurin hjá ÍSF er 25 milliónir kr frá landinum árliga. Tað er tað, sum tað kostar, at vit gerast fleiri - og at vit gerast betur. At føroyingar kunnu kappast í EM, HM og OL. At vit skipa fyri stórum kappingum her heima. Og tað er eisini kostnaðarmikið at skapa so góðar karmar um okkara størstu talent, at tey hava ein møguleika at standa seg uttanlands.

Alt hetta kemur ikki av sær sjálvum. Tað kostar.

- Vit hava tosað við allar flokkar á tingi, greiddi ÍSF-forsetin, Elin H. Joensen, frá.

- Tey siga seg skilja støðuna. Tey siga seg virða alt tað góða, sum ítrótturin stendur fyri og fremur her á landi. Tey takka okkum og heiðra okkara íðkarar, tá úrslitini koma. Men tað vísir seg ikki vera eins stór entusiasma, tá fíggingin skal fáast til vega.

Elin H. Joensen helt tað vera øgiliga lætt at siga føgur orð um felagsskap, ítróttargleði og hvussu errin tey eru, tá tað gongur væl - um fíggingin ikki fylgir við. Um man ikki veruliga vil síggja reella virðið av ítróttinum. Tað er for lætt. Og tað er for bíligt - bæði so og so.

- Eg byrji at kenna meg sum eina skøvaða plátu, sum aftur og aftur vísir á, hvussu nógv ítrótturin faktiskt sparir landinum fyri. Øll nikka. Øll vita tað. Men tá játtanin skal býtast út, hendir ov lítið.

- Tað er jú nógv bíligari at hava ítróttin, enn at skula rinda fyri alternativið, um eingin ítróttur var. Tí var ítrótturin ikki, ja, so hevði tað verið dýrt fyri samfelagið uppá so nógvar mátar. Tað vita øll, slerdi forsetin í ÍSF fast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo