Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Seinastu árini eru bondini millum Føroyar og Ísrael styrkt á nógvan hátt og síðani føroyska sendistovan varð sett á stovn, er veruliga komið dik á.

Í døgunum 11. - 14. oktobur vitjar fyrrverandi sendiharrin Dr. Shay Attias úr Ísrael í Føroyum. Shay hevur starvast innan diplomatiið í ísraelsku stjørnuni.

Dr. Shay Attias er PhD í stjórnarvísindi og undirvísir í dag innan Diplomati við Bar-Ilan Universitetið í Jerusalem og hevur síðani 2013 verið virkin í at skapa sambond millum kristin og jødar.

Hann arbeiðir fyri, at fólk skulu skilja betri tað bíbilska Ísrael, tað modernaða Ísrael og síggja týdningin í teim jødisku/kristnu virðunum.

Eisini hevur hann stovna hjálparfelagsskapin Shuva Israel, sum upplýsir um ymisk viðkomandi viðurskifti í Ísrael.

Dr. Attias ynskir at skapa eitt enn tættari samband millum Ísrael og Føroyar.

Hann fer m.a. at tosa um støðuna í Ísrael og í miðeystri i dag.

Høvi verður at hoyra Dr. Attias á hesum støðum:

Mikukvøldið tann 11. okt. kl. 19:30 í Nebo á Toftum

Hóskvøldið  tann 12. okt. kl. 19:00 í Filadelfia í Gøtu

Fríggjakvøldið tann 13. okt. kl. 20:00 í Filadelfia í Tórshavn

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo