Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Formansskapurin í Løgtinginum hevur viðgjørt kanningarstjórafrágreiðingina hjá Ken Nónklett, advokati um útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021.

Formansskapurin hevur gjørt av, at uppskot til samtyktar um at geva Jacobi Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni eina átalu fyri handfaringina av hesum málunum, ikki verður lagt fyri tingið.

Formansskapurin vísir til gongdina í málinum, sum kanningarstjórin greiðir frá í frágreiðingini “Útlutingar av fiskirættindum”, har kanningarstjórin staðfestir, at handfaringin av málinum í ávístu førunum ikki hevur verið nøktandi.

Kanningarstjórin varð biðin um at kanna, hvørt avgerðirnar hjá Jacobi Vestergaard um at útluta fiskirættindi í 2020 og 2021 vóru í samsvari við lógina, um viðgerðin hevði verið í lagi sambært galdandi reglum, hvørt Jacob Vestergaard hevði fylgt tilráðingunum frá umsitingini, og um avgerðirnar vóru grundaðar á lóglig og saklig atlit.

Kanningarstjórin er við niðurstøðu sínari komin fram til, at grundarlag ikki er fyri at staðfesta, at tiknu avgerðirnar eru ólógligar ella byggja á ósaklig atlit.

Hinvegin staðfestir kanningarstjórin, at brot tilvitað er framt óskrivaðu reglurnar um góðan fyrisitingarsið og metir hetta vera brot á § 5, stk. 1 í lóg um ábyrgd landsstýrisins.

Kanningarstjórin mælir til, eins og gjørt varð í CIP-málinum: “at Løgtingið endar hetta málið við í einum uppskoti til samtyktar at geva fyrrverandi landsstýrismanninum, Jacob Vestergaard, eina átalu fyri brot á § 5, stk. 1 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna fyri tilvitað at hava drálað við at viðgera umsóknirnar viðvíkjandi útlutan av kvotu eftir § 49, stk. 1 í sjófeingislógini í 2020.”

Formansskapurin hevur biðið løgfrøðiligu ráðgeving sína meta um grundarlagið fyri at leggja fyri Løgtingið slíkt uppskot.

Løgtingsumsitingin heldur ikki, at handfaringin av málinum er nøktandi, men metir kortini ikki, at tað við givnu grundgevingunum er nóg greið orsøk til at seta fram uppskot til samtyktar um slíka átalu. Víst verður millum annað á, at málini kunnu ikki samanberast heilt. Í CIP-málinum var ongin ivi um, at táverandi løgmaður og landsstýrismaður høvdu framt beinleiðis brot á lógina um ábyrgd landsstýrisins; tann fyrrnevndi hevði sagt ósatt fyri Løgtinginum, tann seinni hevði afturhildið upplýsingar, sum hann ikki metti vera viðkomandi.

Umsitingin heldur ikki, at tað í hesum máli ber til at staðfesta brot á lóg um ábyrgd landsstýrisins á sama hátt.

Brotið hjá landsstýrismanninum snýr seg um, at hesin ikki hevur viðgjørt umsóknirnar nóg skjótt, men valdi at bíða til lógargrundarlagið var broytt, og hetta varð gjørt uttan at boða umsøkjarunum frá hesum í nóg góðari tíð.

Hetta er ikki nøktandi, men umsitingin heldur ikki, at eitt mál um brot á góðan fyrisitingarsið (viðgerðartíð og vantandi fráboðan) er nóg mikið til, at Løgtingið skal fara undir at viðgera uppskot til samtyktar um at geva átalu.

Um so er, er vandi fyri, at grundarlagið verður tikið undan nýggja amboðnum, sum kom í kjalarvørrinum á CIP-málinum, metir umsitingin.

Formansskapurin heldur ikki, at tað á nakran hátt er í lagi at bróta reglurnar um góðan fyrisitingarsið.

Formansskapurin hevur valt at taka løgfrøðiligu tilráðingina til eftirtektar, og velur tí ikki at leggja slíkt uppskot fyri tingið, men velur at enda hetta málið, og at lata frágreiðingina hjá kanningarstjóranum tala fyri seg hesum viðvíkjandi.

Vegna Formansskapin
Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo