Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag gevur Jákup Eli Joensen út nýggja fløgu við heitinum “Rætt mær tína hond og tig”. 

Talan er um hansara fimtu fløgu, tó er ein stórvegis broyting íkomin. 

Hetta er fyrstu ferð, at allir sangirnir á fløguni eru upptiknir við fullmannaðum bólki.

Fløgan er upptikin í “Rúm nr.7”, har Sigmund hevur framleitt og Sjúrður Samuelsen hevur miksað.

Almen móttøka og konsert vera í Tutl handlinum á Káta Horninum í dag kl. 16:30.

Tónleikarar á fløguni eru: 

Jákup Eli – sang og kassagittar

Finnur Koba – kór

Sjúrður Samuelsen – elektriskan gittar

Sigmund – Klaver

Ólavur á Skipagøtu – bass

Hans Andrias Gregoriussen - trummir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo