Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgtingið: Ólavsøkudag 2023 komu broytingarnar í gildi, sum Løgtingið fyrr í ár samtykti at gera í Tingskipanini.

Hetta bleiv gjørt við løgtingsmáli nr. 70/2022, sum ein samdur formansskapur í Løgtinginum tók stig til at gera.

Hetta merkir, at tingfólk á tingi nú formliga eita ávikavist løgtingsmaður ella løgtingskvinna, eins og landsstýrisfólk verða nevnd landsstýrismaður ella landsstýriskvinna.

Hetta merkir eisini, at Bjørt Samuelsen nú kann nevna seg løgtingsforkvinna, eins og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur nú er 3. næstforkvinna í Løgtinginum.

Í formansskapinum sita umframt tær báðar eisini Jóhannis Joensen, sum er 1. næstformaður og Johan Dahl, sum er 2. næstformaður.

Formansskapurin helt tað vera neyðugt, at fáa starvsheitini broytt formliga, soleiðis at hesi samsvara við vanliga málburðin í tinginum og umrøðuna millum fólk annars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo