Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Badmintonsamband Føroya: Farna vikuskifti var badmintonkapping í Klaksvík fyri børn, ung og vaksin. Hetta var onnur Grand Prix-kappingin hetta kappingarárið, og hon hevur heitið JFK-Open 2021. Børn og ung spældu leygardagin í KÍ-høllini og badmintonhøllini. Sunnudagin spældu tey vaksnu í badmintonhøllini.

Trý badmintonfeløg luttóku í kappingini hesa ferð. HBF, ÍF og KBF. 110 leikarar vóru meldaðir til, sum leiktu tilsamans 186 dystir. Hetta er væl minni enn seinasta JFK-Open kapping.

Hóast tað vóru fleiri avmarkingar fyri at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, eydnaðist kappingin væl, og vit sóu nógvar spennandi og væl spældar dystir.

KBF takkar leikarum, foreldrum og hjálparfólki fyri eina góða kapping. Takk til hjálparfólk, uttan tykkara hjálp ber ikki til at skipa fyri einari slíkari kapping.

Eisini takkar KBF stuðlum teirra.

BSF takkar somuleiðis KBF fyri gott samstarv.

Úrslitini vóru hesi:

U11A dreingir:

Gull: Baldur Paulason, HBF

Silvur: Hákun Thorkildshøj, HBF

Bronsa: Boas Rasmussen, HBF og Aron Arge, KBF

U11A Gentur:

Gull: Mirjam Holm, HBF

Silvur: Anna Jógvansdóttir, KBF

Bronsa: Olivia Jónsdóttir Helmsdal, KBF og Gunhild Arge, KBF

U11D dreingir:

Gull: Meinhard Jacobsen, ÍF

Silvur: Betuel Dahl Hansen, KBF

Bronsa: Gabriel í Mittúni, KBF og Rúnar Askham Sigurðsson, KBF

U11D gentur:

Gull: Karin G. Hentze, ÍF

Silvur: Rosa Gjovaraa Sødergren, HBF

Bronsa: Emma Hansen, ÍF og Kala Farrelly, ÍF

U13A dreingir:

Gull: Beinir Weihe, HBF

Silvur: Tóki Næs, KBF

Bronsa: Jónas Festirstein Dam, KBF

U13A gentur:

Gull: Sarita Kvilt, HBF

Silvur: Rannvá Ryan, KBF

Bronsa: Paula Jákupsdóttir Høj, KBF og Petra Johnsdóttir, ÍF

U13B dreingir:

Gull: Boas á Reynatrøð, ÍF

Silvur: Julian G. Hentze, ÍF

Bronsa: Jóhannus Lamhauge, ÍF

U13 dreingir:

Gull: Óðin Eldevig, HBF

Silvur: Jens Marius Hentze, HBF

Bronsa: Hans Andrias Arge, KBF og Emil Poulsson Linklett, KBF

U15A dreingir:

Gull: Markus Bjarnason, HBF

Silvur: Tóki Yngvason Guttesen, HBF

Bronsa: Aron Rognsøy, HBF og Símun Sigvardsen, HBF

U15A gentur:

Gull: Osla Johannesen, KBF

Silvur: Inga Guðrin Samuelsen, HBF

Bronsa: Naomi Rajani Færø, HBF og Tóra Erlandsdóttir, HBF

U15 C dreingir:

Gull: Ørvur Ísfeld, HBF

Silvur: Sjúrður Tórgarð Waagstein, HBF

Bronsa: Baldur Apol, HBF og Andrias Marius W. Thomassen, HBF

U15D gentur:

Gull: Sofía Ejdesgaard Hansen, HBF

Silvur: Lív Thorsteinsson, HBF

Bronsa: Rósa Mc. Leod Norðbúð, HBF og Maiken Janusardóttir, HBF

U17A dreingir:

Gull: Bjarti Samson Vang, HBF

Silvur: Dávid Flagsted Berg, HBF

Bronsa: Aron á Reynatrøð, KBF og Asbjørn Heide Olsen, HBF

U17A gentur:

Gull: Ranja Joensen KBF

Silvur: Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF

Bronsa: Birna Jacobsen, HBF og Julianna í Heiðunum, HBF

U17B dreingir:

Gull: Jaspur Jacobsen, HBF

Silvur: Bjarni Horn Olsen, HBF

Bronsa: David Syderbø, HBF og David Sørensen, HBF

Vaksin Menn:

Gull: Fai Yin Wong, HBF

Silvur: Rúni Øster, HBF

Bronsa: Rainer Latupeirissa, KBF og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF

Vaksin Kvinnur:

Gull: Miriam í Grótinum, HBF

Silvur: Adhya Nandy, HBF

Bronsa: Sanna Thorkildshøj, HBF og Bjarnhild í Huð Justinussen, KBF

Vaksin B:

Gull: Christian Berg Petersen, HBF

Silvur: Dávid Flagsted Berg, HBF

Bronsa: Ári Isfelt, HBF og Leiki Dal-Christiansen, HBF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo