Amerikanski forsetin Joe Biden er komin á almenna vitjan í Vietnam, eftir at hann hevur verið í India og tikið lut á G20 toppfundinum har.
Aðalskrivarin í vietnamesiska kommunistaflokkinum, Nguyen Phu Trong, sum eisini er ovasti leiðari í Vietnam, segði, at viðurskiftini ímillum londini bæði nú eru betri enn nakrantíð, og Joe Biden segði, at samhandilin og diplomatisku viðurskiftini ímillum londini skulu styrkjast og mennast áhaldandi.
USA og Vietnam hava verið í kríggi, sum kostaði fleiri milliónum fólkum lívið, og sum endaði í 1975.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo