Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Kristiliga Tíðindatænastan: Árliga jólakonsertin í Eysturoynni var í Løkshøll leygarkvøldið 17. desembur kl.20.00 við fullsettari høll.

Øll atgongumerkini vórðu útseld til konsertina, so fyrireikararnir vórðu noyddir at seta tvær eykakonsertir á skránna, sum vóru sunnudagin 18. desembur ávíkavist kl.16.00 og kl.20.00.

Hetta er triðja árið á rað, ið konsertin verður hildin, og áhugin er vaksin fyri hvørt ár, og tað skiltist á konsertleiðarunum, at konsertin er longu sett á jólaskránna hjá Løkshøll  til jólini 2017. Tá seinasta konsertin var av sunnukvøldið kl.20:00, høvdu umleið 1200 fólk sitið í Løkshøll og notið adventina.

Randi Hansen av Toftum setti konsertina við at boða frá, at temaði  í ár er Kongurin.  Randi Hansen og Ásbjørn Berthelsen, vóru konsertleiðarar. Kapelmeistari  var Jákup Justinussen.

Tað var eitt breitt úrvæl av sangarum, sum megnaðu at geva luttakarunum tað teir høvdu rindað fyri.

Kl.21:00 var steðgur, og tá varð bjóðað til kaffi, rísdessert og jólakaramellir í hugnaligu og rúmligu kantinuni í Løkshøll. Konsertin var í góðar tveir tímar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo