Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“Tey sum argumentera fyri, at vit skulu halda fram at samstarva við russar, tey hava rímiliga gott argument fyri tí.”

Soleiðis segði Árni Gregersen í D&V í gjárkvøldið, og henda meining hansara súrgar alt tað, hann sigur um spurningin.

Árni Gregersen segði eisini, at “hetta er ein spurningurin um vit skulu handla eftir etikki og morali, ella vit skulu hugsa um ta búskaparligu støðuna hjá Føroyum.”

Men undanfarna landsstýrið læt gera eina greining, sum vísti, at tað landsbúskaparliga kemur út uppá eitt, um vit halda fram at samstarva við Russland ella ikki. Tølini hjá Árni Dam siga, at vit hava stórt undirskot av samstarvinum. Og so eru aktørar, sum siga tað øvuta. So einaferð enn: Tað er rímiliga greitt, hvønn Árni Gregersen “umboðar”.

KvF kundi lýst alt hetta málið væl betur, enn tey hava. Men tá Jón Brian Hvidtfelt og Árni Gregersen eiga pallin, verður tað til beinleiðis villleiðing.

Í gjárkvøldið varð eg – fyri aðru ferð – so nógv vavdur uppí teirra fantasifulla snakk, at eg noyðist at svara.

Setið mannin frá!
Eg havi havt nøkur íkast til almenna kjakið um málið. KvF hevur mær vitandi aldrin tikið upp á tungu nakað av tí, eg havi sagt. AT eg havi sagt nakað, heldur Jón Brian hinvegin vera so álvarsamt, at tað skal umrøðast aftur og aftur.

Fyrru ferð Jóan Brian hevði Árna Gregersen í studio at tosa um hetta, var svarið, at tað skapti ónøgd innanfloks, at eg ikki tagdi.

Hvar visti Árni tað frá? Eg havi so ikki hoyrt tað. Javnaðarflokkurin hevur einki ímóti, at eitt politiskt stórmál verður umrøtt alment. Tað vildi verið løgið annað.

Fríggjakvøldið fóru Jón Brian og Árni so longur.

Jón Brian vísir fyrst til eina grein, eg skrivaði týskvøldið og sigur, at “Sjúrður Skaale tosar hart um etikk og moral”. Tað, havi eg tosað mest um, er nú búskap, trygd og stovnsrøkt...

Við hesi skeivu fortreyt fór yvirdómarin Árni Gregersen so í gongd. Og tað var ikki við mýkindum:

“Eg haldi tað er kanska komið hartil, at løgmaður ella tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum ger upp við hvat tað er vit hava hetta fólkatingsumboðið til og um hetta er tann rætti maðurin at hava ella ikki, tí hann virkar rímiliga forstýrandi uppá føroyskan politikk”.

Einaferð enn: Einki um, hvat Sjúrður sigur. Men nú skal hann altso halda sín kjaft! Ella má hann setast frá!

Hvat er hetta fyri nakað?

Demokrati doyr í myrkri
Málið um samstarvið við Russland viðkemur øllum føroyingum. Tað snýr seg um landsbúskapin. Kommunubúskapir. Støðuna hjá teimum reiðaríum, ið fáa útlutað kvoturnar, vit keypa frá Russlandi. Vantandi eftirlit. Okkara egnu fiskastovnar.

Og tað snýr seg um at skip, sum eru knýtt at russiska hervaldinum, fáa atgongd til okkara havnir. Um okkara trygd. Okkara viðurskifti við grannalond. Okkara støðu í heiminum.

Demokrati doyr í myrkri, verður sagt, og vit hava eitt sjúkt demokrati, um hetta ikki verður tikið fram í ljósið.

Tað er orsøkin til, at eg havi skipað fyri tveimum stórum tiltøkum um málið, gjørt eina djúptøka frágreiðing um tað, og eisini skrivað nakrar greinar. Alt í fullari semju við leiðsluna í Javnaðarflokkinum. Sjálvsagt.

Veit Árni hvat “parlar” merkir? Tað merkir at tosa. Ein parlamentarikari er ein, sum tosar um samfelagsmál. Sum bæði roynir at upplýsa og sannføra. Tað er hugsanin við fólkaræðinum.

Men sambært Árna er tað “forstýrandi”. Forstýrandi fyri hvønn? Jú, fyri Jón Brian og Árna. Og fyri tey, sum uttan umrøðu blint vilja varðveita status quo. Altso tey, sum sambært Árna hava “rímiliga góð argument”. Hesi argument eru so góð, at tey mugu sleppa at standa einsamøll. Tað má ikki má pilkast við tey í opnum kjaki. Tí skulu onnur tiga.

Seinni spyr Jón Brian: “Kann Javnaðarflokkurin halda fram við at siga nei til Russland á einum matrikli og á einum øðrum matrikli – í Tinganesi – siga ja til Russland?” Og Árni svarar, at tað er eitt “skisma”.

Men fortreytin fyri teirra samrøðu er manipulatión og ósannindi. Flestu flokkar eru í tvíningum í hesum máli. Men ikki Javnaðarflokkurin. Og tað vita Jón Brian og Árni. Hví standa teir kortini og siga, at flokkurin talar við tveimum tungum? Tað er nokkso álvarsamt, haldi eg. Og nokk so avdúkandi um teirra agenda.

Onnur dømi
Onkur KvF-hyggjari, sum fylgir betur við enn eg, gjørdi meg eftir D&V í gjár varugan við onnur dømi um óskiljandi journalistikk um hetta stórmál:

Síðst í juli skipaði Fólkaflokkurin fyri almennum fundi um m.a. russlandsmálið. Har legði ein maður fram tøl sum vístu, at vit hava stóran fíggjarligan vinning av samstarvinum.

Eg var har – og tað var eingin ivi um, at tølini vóru sett saman við politiskum endamáli. Stutt eftir blivu somu tøl løgd fram í D&V, sum vóru tey fakta – uttan ein einasta spurning til kelduna. KvF var ikki á tiltaki Fólkafloksins. Men vertur var ... privatpersónurin Jón Brian Hvidtfelt.

Síðst í august var ein meiningarkanning umrødd í KvF. Kanningin vísti, at tey, sum vóru fyri havnastongslinum móti russiskum skipum, vóru fleiri enn tey, sum vóru ímóti. Men søgan hjá Jón Brian Hvidtfelt í D&V var, at samgongan ikki hevði undirtøku fyri sínum politikki. Hóast tølini faktiskt vístu tað øvuta.

Fólk vóru eisini spurd, um fiskivinnusamstarvið skal halda fram – ja ella nei. Tey flestu søgdu ja – men tey vóru færri enn helvtin. Jón Brian legði snildisliga saman tølini fyri tey, sum søgdu ja, og tey, ikki høvdu tikið støðu. Soleiðis fekk hann málað ta mynd, at tveir triðingar vildu, at samstarvið skal halda fram.

Tað, KvF tigur um
Tað ringasta er kortini, at nógv viðurskifti, sum eru knýtt at russlandsmálinum og hava sera stóran týdning fyri okkara avgerð, ikki verða viðgjørd í KvF – viðhvørt ikki so frægt sum nevnd. Til dømis hetta:

Greiðu boðini, sum bretska stjórnin hevur sent til landsstýrið og føroyska almenningin.

Ófrættakendu boðini, sum russiska stjórnin umvegis sendimannin í Danmark hevur sent til Føroya fólk.

Ognartøkurnar av ognum hjá t.d. Carlsberg í Russlandi.

Avleiðingin av, at Føroyar verða tættari knýttar at einum landi, sum er í brutalum álopskríggi í Europa og í “køldum stríði” við allan Vesturheimin.

Møgulig umlegging av vinnuni, um eingin semja fæst við Russland.
 

Vápnadubbing í Barentshavinum.

Virðið á tí, vit lata, í mun til tað, vit fáa. Og munur á prísinum fyri at fáa tað til høldar.

Møgulig útlendsk áhugamál.

Og tað er so nógv annað. Trygdin. Stovnsrøktin. Vánaliga eftirlitið við russisku skipunum.

Tað er so nógv, KvF kundi og skuldi varpað ljós á. Í staðin standa Jón Brian og Árni og snakka um fiktivar ósemjur í Javnaðarflokkinum. Teir staðfesta – uttan grundgeving! – hvør parturin hevur tey bestu argumentini. Og so øtast teir um, at ein maður “forstýrar” idyllin við at skriva nakrar stubbar um tað, sum teir sjálvir tiga um. Tí má maðurin steðgast! Ella setast frá!

Seriøst, Georg L. Petersen? Er hetta public service?

Sjúrður Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo