Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Góðu áhoyrarar – góðu føroyingar. 

Nú veit eg sjálvandi ikki, hvussu tykur hava tað. Men tá ið Merkið verður vundið í húnarhátt, og allar røddir okra samfelt syngja: „Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! Á vetri so randhvít, á sumri við logn“. 

Tá fái eg í øllum førum ein klump í hálsin. Um tað nakrantíð var nakar ivi, so er hann ikki ta løtuna. 

Okur føroyingar!

Og nú okur savnast um og undir Merkinum. Nú hornorkestrið spælir „Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð“. Ja, so er kenslan tann sama.

Okur føroyingar. 

***

Fyri fimm árum síðani vóru 100 ár liðin, síðani okra føroyska flagg, Merkið, á fyrsta sinnið varð borið fram í Keypmannahavn.

Á sumri 1919 kom høvuðsmaðurin handan nýggja flaggið, Jens Olivur Lisberg, heim til Føroya. 

Við sær hevði hann flaggið.

Tá Jens Olivur kom á Tvøroyri og skuldi til Fámjins, vórðu tvinnir møguleikar. 

Hann kundi blíva sigldur yvir til Ørðavíkar og harfrá ganga yvir Ørðaskarð. Ella fara inn til Trongisvágs og so yvir Oyrnaskarð, oman til Kirkjuvatn og so oman í heimbygdina. At koma heim var ikki bara sum at siga tað. Tað hevði verið ólíka lættari at verið verandi á sløttu og breiðu gøtunum í Keypmannahavn. 

Men hann vildi heim. 

Munur hevði verið á, um Jens Olivur var komin heim nú. Ella enn betri næsta ár, tá koyrandi verður gjøgnum nýggja tunnilin til Fámjins.

Men fyri góðum 100 árum síðani – í 1919 – hevði hann tvinnar kostir, hvørgin var mjúkur fyri tuberklasjúka studentin. Til gongu um fjøll.

Og einki Merkið veittraði honum blídliga vælkomnum heim, tá ið hann loksins sá omanyvir heimbygdina. Einki Merkið var, tí hann hevði jú fyrsta Merkið við sær. Eingin har visti nakað um tað tá.

„Har ið merkini veittra, veittrið eisini mítt“ yrkti Hans Andrias Djurhuus seinni. 

Men sunnudagin 22. juni 1919 veittraði Merkið á fyrsta sinni her á landi. Einsamalt. Suðuri í Fámjin. Fáminingar flentu ikki at unga studentinum. Teir spottaðu hann ikki fyri síni fjákutu hugskot og romantisku dreymar. Nei, teir tóku við tí, sum hann bar teimum. Hesum nýggju tonkunum uttan úr stóru verð – og hesum hvíta flagginum.

Bara eitt gott ár seinni, tann 31. august 1920, andaðist Jens Olivur Lisberg. Hann gjørdist einans 23 ára gamal. Hesin merkiskappi, ið fekk so stutta tíð her á foldum. Hann man hava verið ein ótrúliga framsíggin og visionerur ungur maður. Djarvur eisini, tí stórpolitikkur var jú í hesum tonkunum um at snúgva sær undan Dannebrog og hava eitt føroyskt flagg.

Men fulla virðið av Merkinum kom tó ikki til sín rætt fyrr enn væl seinni. Og tíverri fyri víðskygda unga kappan fall tað ikki honum í lut at uppliva ein flaggdag, sum okra her í dag. Ein flaggdag har høg og lág koma saman at heiðra Merkið. Har hvørt smábarn sum tað sjálvfylgiligasta eftir besta førleika ger honum visjónina eftir – og teknar tann reyða krossin og ta bláu rondina á tann hvíta dúkin. Har Merkið sameinir okum øll.

Jens Olivur Lisberg upplivdi tað ikki, tí tað skuldu ganga næstan 21 ár frá tí, at Merkið fyrstu ferð veittraði í Fámjin, til tað varð viðurkent sum okra tjóðarmerkið. Til tað slapp at veittra frítt millum hini heimsins merki. 

Fyrstu árini varð tað kallað studentarflaggið – og tað kappaðist við veðraflaggið, tjaldursflaggið og fleiri onnur uppskot. 

Men so hendi nakað.

Og tað er í grundini undarligt at hugsa sær, at fløgg, hesi sermerktu tjóðareyðkenni, so at siga altíð spretta úr og fáa sín sterka samleika í kríggi. 

Ja, fløgg hava tað við at vaksa fram úr blóði. 

Hyggið bara í dag, hvønn týdning ukrainska flaggið hevur fingið – hóast flestu okra ikki eingang kendu litirnar í tí, áðrenn Russland leyp á. Ella hyggið at týdninginum, sum dávidsstjørnan hjá jødunum brádliga hevur fingið – ella tað eyðkenda fýrlitta flaggið hjá palestina. Eisini her heima í Føroyum síggjast hesi fløgg nú javnan fyri at vísa stuðul. Fyri at skilmarka okum og hini – og gera greitt hvørji síðu, man stendur á, og í líka stóran mun vísa, hvørjum man IKKI stuðlar.

Og eisini Merkið hjá okum, hesari friðarelskandi tjóð, eigur sínar røtur í kríggi. 

Tí tað var ikki fyrr enn heimsbardagin breyt út, at flaggið, sum Jens Olivur Lisberg hevði við sær til Fámjins, av álvara kom til heiður og æru. Ikki fyrr enn tá tóku onnur undir við fámjiningum og vundu Merkið í húnarhátt.

25. apríl 1940 viðurkendu bretar Merkið fyri at tryggja, at teir sameindu ikki skuldu søkkja okra sluppir. Tað var fyri at skapa eitt skott ímillum okum og hini. Ímillum vinir og fíggindar. Fløggini siga okum jú nakað um, hvørji okur eru – og líkaso nógv sigur tað nakað um, hvørji okur IKKI eru. Undir krígnum var Merkið nýtt fyri at taka frástøðu frá Danmark og frá Týsklandi. 

Tíverri vóru tað 100–tals føroyingar, sum fingu eina váta grøv undir 2. heimsbardaga. Men fyri teir føroyingar, sum sigldu túr eftir túr til Onglands við fiski – og sum áttu lívið í áhaldandi virkseminum í Føroyum – fyri teir hevði at ómetaliga stóran týdning at tað var Merkið, ið var málað á loringina. Okur eru føroyingar, í parti við teimum sameindu, í samstarvi við Bretar – og Churchill lovaði: It shall never be forgotten. 

Men hvønn týdning hevur Merkið í dag? Hvønn týdning hava fløgg, tá ið okur ikki á sama hátt skulu skilmarka ímillum okum og hini?

Er tað annað enn eitt gamalt nostalgiskt tekn, sum okur draga upp í flaggstengurnar av gomlum vana? Er tað meiri enn ein klútur, sum onkur einaferð so bræneggjaður tók til, um merkið, her á Tinghúsvøllinum?

Hyggja okur púra nøgternt at tí, so er veruleikin jú, at fløgg – eisini okkara Merkið – onki eru í sær sjálvum. Fyri óvitandi gestir kann tað kanska samanberast við ein klút. Og fyri fremmandafólk, sum av tilvild máttu sæð Merkið, ja, so vekir tað absolutt ongar kenslur. Null! Tað er einkisigandi og líkagyldigt. Tí virðið á Merkinum er tað, sum okur sjálvi leggja í tað. Virðið á Merkinum er nett tað sama virði, sum okur seta á okum sjálv sum fólk, á føroysku mentanina og okra land. Tann dagin okur gerast líkaglað, er Merkið eisini líkamikið. Men so leingi, sum okur savnast fyri at heiðra tað, røða um tað, syngja um tað, spæla horntónleik fyri tí – ja, so leingi er tað av sonnum livandi og ein inngrógvin partur av okum. 

Tí tað kemur við heilt inn á føðigongina, hvørjaferð tá eitt nýtt lítið lív er borið í heim. Og tað heilsar okum veittrandi á seinastu ferð okra heim í kirkjugarðin. Tað er við í gleði og í sorg. Á merkisdøgum, til veitslur, til summarstevnur og í ítrótti. Tað er við okum úti í heimi. Á fjallatindum, til Olympisku og Paralympisku leikirnar, aftanfyri málið í Berlin og á politiskum javnstøðufundum í New York. 

Og far og spyr tey ítróttafólkini her á landi, sum eru tvungin at smoyggja seg undir Dannebrog fyri at luttaka í kappingum á hægsta stigi. Spyr tey, hvønn týdning Merkið hevur. Tey allarflestu vildu uttan iva nógvar ferðir heldur kappast undir Merkinum, um tað bar til. So tey kundu umboðað sína egnu tjóð og sítt egna land. Týdningin síggja okur við, at nógv teirra hava føroysku litirnar við á búnanum ella útgerðini, hóast tey eru partur av einum donskum hópi. 

Tí so leingi, sum okur hava Merkið – ja, so bera okur eitt sindur av tí randhvíta landinum við okum. 

Alt tað, sum Merkið umboðar, var tað, sum Jens Olivur Lisberg vildi sleppa heim aftur til. Hóast ferðin var honum tung og stríggin, hóast tað hevði verið honum ólíka lættari at verðið gangandi á breiðu gøtunum í Keypmannahavn, so var nakað, sum dró hendan sjúka unglingin. Tað var heimið. 

Heimið er tað, sum Merkið umboðar. Tað hevur ófatiliga stórt virði. 

Fyri okum. Føroyíngar. 

Hyggja okur at Flaggsanginum hjá Hans Andriasi, so er tað ótrúliga væl yrkt. Við litunum – reytt, blátt og hvítt – lýsir hann í grundini alt tað, sum ger okum til føroyingar. 

Hava okur Merkið, sigur Hans Andrias Djurhuus, ja, so hava okur eitt sindur av tí blíða, bláa loftinum. 

Tað rodnandi blóðið, sum hann tekur við, inniheldur gen, kromoson og temperament – alt tað, sum ger okum til føroyingar. Í blóðinum rennur tað, okur hava fingið frá forfedrunum, og tað, okur geva eftirkomarunum. 

Og í tí hvíta litinum bera okur náttúruna við fossum og brimbrotum. Okur hava aldur og hav, fjall og berg, bø og ong. 

Í Flaggsanginum syngja okur so væl, hvat Merkið umboðar. Okra náttúru. Okra fólk. Og okra mentan. Alt tað, sum Jens Olivur vildi sleppa aftur til. Alt tað, sum var honum kærast her á fold.

Eg fegnist um at kunna staðfesta, at tjóðin í dag enn einaferð syngur Merkinum glaðasta song. 

Men hóast okur fegnast og gleðast, so er okkurt broytt. Huglagið í heiminum er ikki tað sama, sum fyri bara fáum árum síðani.

Tí eins og Merkið hevur sín uppruna í kríggi, so hóma okur nú aftur ein hóttandi skugga í heiminum. Flagg móti flaggi, fólk móti fólki. Mark ímóti marki.

Gud gevi, at okur áhaldandi kunnu syngja: Har ið Merkini veittra, veittrið eisini mítt – og at heimsins fløgg aftur og áhaldandi kunnu veittra lið um lið – í friði, sátti og semju. 

At okur hvør sær skilja okum burturúr mongdini við tí, sum júst okra flagg umboðar, men at okur kortini velja samstarv og frið. Heldur enn ótta og ófrið. 

At okur allar komandi flaggdagar kunnu savnast kring landið at hátíðarhalda tað frælsi, ta vón og ta tjóð, sum Merkið umboðar fyri okum. 

Takk fyri, at tykur lýddu á, og takk fyri Havnar Hornorkestur, sum vildi lata meg sleppa framat mikrofonini hendan hátíðardagin. Tað hevur verið mær ein stórur heiður. 

Og tá ið nú Havnar Hornorkestur um eina løtu fer at spæla okra vakra tjóðsang – og okur øll fara at syngja við her undir Merkinum – ja, so kann eg longu nú siga, at tað í øllum førum verður ein maður á Vaglinum, sum verður rørdur. 

Kanska verða okur fleiri? 

***

Gud signi Føroyar, mítt land – og tað Merkið, sum umboðar okum øll. 

Góðan flaggdag øll somul.

Takk fyri.

Jon Hestoy, flaggdagin 2024

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo