Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Magn: Julian Johansen er settur sum sølustjóri í orkufelagnum Magn.

Julian er 33 ár og hevur bæði fjølbroyttar og drúgvar sølu- og leiðsluroyndir. Hann hevði verið søluleiðari í LM Electric í átta ár, tá hann saman við øðrum stovnaði heilsøluna NORT fyri skjótt tveimum árum síðan. Julian er kanska best kendur sum hondbóltsvenjari, har hann saman við Mark Marcher hevur stýrt úrmælingunum á U21-landsliðnum, umframt at hann er hjálparvenjari á manslandsliðnum.

Magn veitir teimum føroysku húsarhaldunum, virkjunum og skipunum orku hvønn dag, og sum sølustjóri skal Julian saman við hinum í hópinum røkja góða og trúfasta sambandið og samskiftið við kundarnar. Í øllum sínum virksemi vil Magn veita viðskiftafólkunum ta bestu tænastuna, samstundis sum orkufelagið vil vera virkin slóðbrótari í grøna orkuskiftinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo