Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Frágreiðingin hjá kanningarstjóranum: - Eg meti tó ikki grundarlag vera fyri at siga, at avgerðin hjá Jacob Vestergaard at víkja frá tilmælinum er beinleiðis brot á sjófeingislógina ella fyrisitingarlógina. Jacob Vestergaard er ikki bundin at fylgja tilmælinum frá umsitingini. Hann kann velja at víkja frá, men so skal hann grundgeva sakliga fyri, hví hann víkir frá tilmælinum. Í hesum sambandi hevur Jacob Vestergaard fingið vegleiðing og ráðgeving frá Rógva Reinert, aðalstjóra, og skrivaranum í Fiskimálaráðnum. Avgerðin og grundgevingarnar hjá Jacob Vestergaard eru skjalfestar í innanhýsis avgerðarskrivi, sum er sent umsitingini í Fiskimálaráðnum til avgreiðslu.

- Í sambandi við munnligu avhoyringarnar av Jacob Vestergaard, Rógva Reinert og embætisfólkunum kom
greitt fram, at arbeiðið í Fiskimálaráðnum varð skipað soleiðis, at umsitingin skuldi gera oyðubløð, viðgera
umsóknirnar og gera tilmæli til landsstýrismannin. Jacob Vestergaard vildi síðani brúka Rógva Reinert at
sparra við og ráðgeva seg í sambandi við endaligu avgerðina. Rógvi Reinert hevur síðani, saman við
skrivaranum í Fiskimálaráðnum, veitt Jacob Vestergaard ta tænastu at gera uppskot til innanhýsis avgerðarskriv at senda til umsitingina (Fiskivinnustovuna) til avgreiðslu.

- Jacob Vestergaard hevur soleiðis ikki av sínum eintingum tikið avgerð í málinum uttan vegleiðing og ráðgeving frá sínum starvsfólki í ráðnum. Jacob Vestergaard hevur søkt sær ráðgeving og hevur, meti eg, soleiðis roynt at tryggjað sær, at avgerðirnar eru í samsvari við lóg og reglur.

- Út frá tilfarinum í málinum meti eg ikki grundarlag vera fyri at siga, at Jacob Vestergaard tilætlað ella við grovum ósketni hevur skúgvað til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara, smb. § 5, stk. 1 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna.

Les alla frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo