Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“Mené, mené, tekél, ufarsin”. Belsazar skilti ikki skriftina á vegginum - og tað gera landsins ráðandi í Føroyum heldur ikki!

Skriftin á vegginum er greið. Heilsuverk okkara stendur fyri falli. Og tað gongur skjótari her, enn tað hevur gingið í londunum rundanum okkum. Orsøkin er uttan iva, at Føroyar brúka minst pening upp á okkara heilsuverk, samanborið við øll okkara grannalond.

Leingi hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar roynt at týtt skriftina á vegginum fyri okkara fólkavaldu, men onki nyttar. Tey vilja ikki lurta og koyra enn við stórari ferð ímóti avgrundini við okkara heilsuverki.

Ytst á eggini er eldraøkið. Tað fer fyrst útav! Og síðani fer restin av heilsuverkinum við í fallinum.

Grundin til, at vit vita, at okkara heilsuverk stendur fyri falli, er nettup tí, at vit síggja neyvt tey somu sjúkueyðkennini, sum longu langtsíðani hava víst seg í okkara grannalondum. Tað byrjar við, at sjúkrarøktarfrøðingarnir rýma úr eldraøkinum. Síðani vísir skeiva gongdin seg við fækkandi umsøkjarum til størvini, serliga í eldraøkinum. Hetta førir við sær, at størvini verða mannað við ófaklærdum starvsfólkum. Seinasta summar sóu vit, at støðan var vorðin so ring, at nøkur røktarheimspláss stóðu tóm, tí ikki bar til at manna neyðugu størvini.

Vit hava nú í nøkur ár sæð, at umsøkjararnir til størvini á sjúkrahúsunum eru færri í tali. Seinastu sumrini hevur verið neyðugt hjá sjúkrahúsverkinum at keypt sær dýrar vikarar úr Danmark fyri at kunna manna summarvaktirnar.

Tað seinasta, sum frættist, er at økistænastur eru farnar at taka starvsfólk ígjøgnum snarskipanina. Tað vil siga, at vit nú fáa fólk inn í røktina, sum hvørki skilja ella duga at tosa føroyskt.

Skriftin á vegginum er enn greiðari.

Tað, sum nú fer at henda, stendur okkum øllum, sum arbeiða innan eldra- og sjúkrarøktina sólaklárt! Tað, sum fer at henda er, at sjúkrahúsverkið fer at seta fleiri og fleiri heilsurøktarar orsakað av mangli upp á sjúkrarøktarfrøðingar.

Hetta fer at føra við sær, at heilsurøktararnir fara at rýma úr eldraøkinum og inn á sjúkrahúsini at arbeiða. Tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi á okkara ellis- og røktarheimum fer sjálvsagt at økjast. Avleiðingin verður, at bæði trygd og dygd í eldraøkinum og inni á sjúkrahúsunum minkar.

Trygdin og dygdin innan heilsuverkið og eldraøkið er í stórum vanda.

Sylvia Thomsen
Sjúkrarøktarfrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo