Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sunnudagin 20. mars verður vøllurin við Stórá karmur um landskappingardyst í Betri Deildini hjá kvinnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Sunnudagin 20. mars verður vøllurin við Stórá karmur um landskappingardyst í Betri Deildini hjá kvinnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Sunnudagin 20. mars verður vøllurin við Stórá karmur um landskappingardyst í Betri Deildini hjá kvinnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Leikskráin fyri Betri Deildina 2022 hjá kvinnum er nú klár, og fyri fyrstu ferð í nógv ár verður kvinnufótbóltur í fremstu deildini aftur at síggja í suðuroynni. TB/FCS/Royn, sum í fjør gjørdist nummar 2 í 1. deild hjá kvinnum, verður í ár at síggja í Betri Deildini.

Og tað verður felagsliðnum hjá suðuroyingum, ið leggja fyri, tá landskappingin verður skotin í gongd sunnudagin 20. mars. TB/FCS/Royn fær hendan dagin vitjan av Víkingi.

Hinir tríggir dystirnir í 1. umfari verða spældir týsdagin 22. mars, og tá hittast liðini soleiðis: 07 Vestur – EBS/Skála, KÍ – B36 og HB – NSÍ.

Seinasta umfar áðrenn summarsteðgin verður spælt 18. juni, og síðan verður herjað á aftur á ólavsøku. 27. juli spæla HB og Víkingur, og 07 Vestur og NSÍ. Ólavsøkudag, 29. juli hittast B36 og EBS/Skála, og 31. juli spæla KÍ og TB/FCS/Royn við Djúpumýru.

Landskappingin hjá kvinnum endar leygardagin 22. oktober. Dystirnir í síðsta umfari eru hesir: NSÍ – KÍ, EBS/Skála – Víkingur, B36 – TB/FCS/Royn og 07 Vestur – HB.

Øll leikskráin sæst H E R

Í steypakappingini verður fyrsta umfar spælt 15. mai, og síðan vera fjórðingsfinalurnar 5. og 6. juni. Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 10. august, meðan seinni hálvfinalurnar verða 15. september. Finalan verða á Tórsvølli leygardagin 1. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo