Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð geva týsdagin 18. desember út fløguna "Eystanduni," ið eru tólv nýggj løg til yrkingar úr savninum við sama heiti.

Yrkingarnar á fløguni eru upprunaliga úr sonevndu T'ang tíðini í Kina, sum var í tíðarskeiðinum 7.-9. øld. H.D. Joensen týddi yrkingarnar til føroyskt.

Tónleikararnir á fløguni eru, umframt Kára og Hans Jacob, sum báðir syngja og spæla gittarar, Bergur Fonsdal Johannesen, bass, Harald Fonsdal Johannesen, trummur, Mattias Kapnas, tangentar, Gwendolyn Philbrow, cello, Unn Paturson, sang, Eivin Dam Simonsen, trompet, og Hans Marius Ziska, kór.

Theodor Kapnas og Hans Marius Ziska tóku fløguna upp í Studio Bloch í Havn og í studionum hjá Hans Mariusi í Søldarfirði fyrr í ár, og Jens L. Thomsen ljóðblandaði í Støkumørk innan Glyvur fyri nøkrum vikum síðani. Jason Goz mastraði í London.

Í sambandi við at fløgan kemur út, verður ein stutt konsert í Tutl týsdagin kl. 16.30 við løgum, ið eru á fløguni, og onkrum eldri sangum hjá Kára og Hans Jacob. Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð syngja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo