Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Katrin á Borg er songkvinna og sangskrivari, sum býr í Oslo. Tað seinasta árið hevur hon arbeitt tætt saman við tónleikaframleiðaranum Kristoffur Mørkøre, og nú verður fyrsta staklagið "Fading Lovehearts" útgivið tann 25. november 2016.

Við íblástri úr stórfingnu føroysku náttúruni og serstøku mentanini, hevur hon megnað at skapt stórbæran tónleik við fyrstu útgávu hennara. Tónleikurin spennir víða, alt frá tí døkka til tað ljósa, og hennara vakra, nemandi rødd ger tónleikin altíð vakran og hugtakandi at njóta!

Katrin á Borg er uppvaksin í Hoyvík. Gjøgnum síni fyrstu 20 ár var hon virkin sum sangari, kórleiðari og floytuleikari. Tað var sum songkvinna, at Katrin í 2006 flutti til Oslo, og í dag leggur hon síðstu hond á masterprógv í tónleikavísindum innan rútmiska sangnámsfrøði.

Í 2015 kom samstarv í lag við tónleikaframleiðaran Kristoffur Mørkøre, og hetta hevur ført til fyrstu útgávuna "Fading Lovehearts", ið kemur út 25. november 2016. Katrin býr og arbeiðir í Oslo saman við manninum og teirra tveimum børnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo