Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Nes kommuna: Seinastu árini eru fleiri umvælingar og dagføringar gjørdar í Tofta skúla. Eitt nú eru dagføringar gjørdar í svimjihøllini, 1958-bygningurin er klæddur og nýggj tónleikahøli eru gjørd.

Í summar bað kommunan um tilboð frá fleiri veitarum at endurnýggja og umbyggja hølini til alis- og evnafrøði.

Býráðið í Nes kommunu hevur samtykt at taka av tilboðnum frá byggifyritøkuni KBH. Arbeiðið byrjar í næstum.

Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði vegna KBH.

Teknistovan í Gøtu hevur projekterað og fer at hava eftirlitið fyri Nes kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo