Kringvarpið: Evropeiska ævintýrið hjá KÍ heldur fram í kvøld, tá moldovska meistaraliðið, Sheriff Tiraspol, kemur at vitja á Tórsvølli.
Talan er um fyrra play-off dystin millum feløgini bæði, og pláss í Europa League-bólkaspælinum stendur upp á spæl.
Kringvarpið bæði framleiðir og sendir dystin ímillum KÍ og Sheriff í kvøld. Byrjað verður at senda klokkan 19.30.
Næsta hósdag verður returdysturin í Tiraspol í Moldova. Eydnast tað KÍ at vinna samanlagt, skulu klaksvíkingar spæla í Europa League í heyst. Eydnast tað ikki, verður KÍ at síggja í Conference League.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo