Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Schwalbe  er í dag  elsta fólkið i Danmark.

Hon býr kortini heima hjá sær sjálvum í tí norðurjúska býnum, Struer og vil ikki flyta fyribils.

Hon býr í einum háhúsum við socialari bygging, har hon trívist væl og er eitt kent andlit.

Hon  fær sjálvandi lættari heimahjälp frá fryntligum kommunalum stuðlafólki.

Hon er sera vælhýrd, skemtingarsom og býður vitjandi journalistum portvín. at leska seg við.

Men hon viðgongur, at tað er heldur einsligt í gerandisdegnum viðhvørt, tí bæði vinfólk og kenningar eru heilt horvin.

Tað er eisini løgið og tankavekjandi hjá henni, at børnini eru blivin so gomul og hjálparleys.

Hon er serliga forfard av, at tann elsta dóttirin, sum akkurát hevur fylt 86 är, er komin ä pleyguheim at búgva.

Hon ætlar kortini at vitja dóttrina dúgliga sum tann allarnærmasti avvarðandi.

Hon heldur, at hon er blivin meira framlig og lættsint við árunum, tí tá ið hon var yngri, helt hon seg vera rættiliga smædna av lyndi. Men tað vandi hon seg av við, tá ið hon bleiv yvir hundrað.

So tá ið hon fylti 110, beyð hon øllum familjunum í byggingini til kaffi og kaku.

Hon fortelir brosandi, at hon ætlar sær at bliva 115 ár.

Danmarkar elsta fólk higartil bleiv 112.

Ta rekordina heldur Kirsten, at hon fer at sláa.

V T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo