Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Stóra hassjmálið má ganga umaftur.” Tað sigur Kringvarpið, nú Eystari landsrættur hevur avgjørt, at dómarar og dómsmenn í Føroya Rætti eru ógegnigir og tí mugu víkja sæti.

Tá rættarfundurin byrjaði, týsmorgunin, avgjørdi rættarformaðurin at fara frá, tí hann metti seg vera inhabilan í málinum.

Men verjarnir góðtóku heldur ikki avloysaran, sum sambært teimum eisini var inhabilur.

“Tá dómarin er inhabilur, so tekur hann øll onnur við sær,” sigur tann eini verjin við Kringvarpið.

Og júst hetta vísir ein trupulleika í okkara lítla samfelag, her næstan øll eru í familju og kenna hvønn annan.

Krøvini um inhabilitet hjá dómarum eru serliga strong, og tí kunnu vit bara fegnast um, at vit hava eina rættarskipan, har vit, umframt Føroya Rætt, eisini hava ein landsrætt og ein hægstarætt, sum kenna væl til føroyska jura, men ikki til føroyskar persónar.

Sambært sorinskrivaranum verður møguliga farið til Danmarkar at finna onkran óheftan, sum kann døma í Føroya Rætti í umrødda málinum.

So seint sum í hesi vikuni hoyrdi eg onkran siga á løgtingsins røðarapalli, at viðkomandi gekk inn fyri at vit yvirtaka alt dómsvaldið, løgregluna og alt ið hartil hoyrir.

Tað verður sjálvandi ein politisk avgerð, men tað hevði avgjørt ikki verið ein fyrimunur fyri inhabilitetin, um bæði Føroya Rættur, Landsrætturin og Hægstirættur vóru føroyskir.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo