Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur við Kringvarpið, at kunngerðin um óljóð frá skipum við bryggju ger seg inn á kommunala sjálvræðið.

Veruleikin er, at kommunurnar hava í áravís ikki vilja tikið ábyrgd fyri sínum egna vinnuvirksemi, hóast víst hevur verið á, at larmurin ger seg inná teirra borgarar.

Kommunufelagið hevur tískil kastað bóltin til landsstýrismannin, sum umsitur umhvørvisverndarlógina.

Nú, tá uppskotið til kunngerð er komið frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, sigur Torbjørn Jacobsen, at kunngerðin ger seg inn á sjálvræðið hjá kommununum.

Kommunurnar hava altíð havt sjálvræðið í hesum málinum, men, tá ein kastar ábyrgd frá sær, er vandi fyri at missa sjálvræðið. 

Felagið Heimafriður hevur fleiri ferðir bjóðað til dialog og eru vit altíð til reiðar at koma til fundarborðið til konstruktiva samskiftið, sum næstformaðurin í Kommunufelagnum eftirlýsir.

Trina Elttør Eysturoy, forkvinna
Tlf.: 27180

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo