Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: Borgarar gjalda í høvuðsheitum tvey sløg av skatti – lands- og kommunuskatt.

Landsskatturin verður ásettur av løgtinginum, og er tann sami hvørt ár, um landið ikki ger nakra broyting.

Kommunuskattaprosentið verður av bygdaráðnum ásett hvørt ár, men er botnfrádrátturin ásettur at vera 30.000 kr. í løgtingslóg.

Kommunuskatturin er hjá nógvum, serliga lágløntum, tann størri parturin av skattinum, ið tey gjalda. Av tí, at botnfrádrátturin er lágur ímun til tann hjá landinum, so verður borgarin harðari skattaður av fyrst vunnu krónu.

Uppskotið hevur sum endamál, at kommunurnar kunnu sjálvar áseta botnfrádráttin millum 30.000-65.000 kr, eins og tær í dag hava møguleika at áseta skattaprosentið, barnafrádrátt v.m.. Bygdaráðini skulu áseta botnfrádráttin tann 1.desember á hvørjum ári.

Tað gevur kommunum størri møguleikar at áseta, hvussu kommunuskatturin skal skipast, og um hvussu borgarin verður skattaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo