Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Føroya Bridgesamband: 120 bridgespælarar úr seks ymsum londum sita um vikuskiftið og hugsavnað seg um kortspælið bridge í Dansifrøi í Havn.

Íslendsku Svanhildur Hall og Sigurður Skagfjørð Ingimarsson eru fremst nú 45 av 95 spølum eru spæld. Nummar tvey eru brøðurnir Jaspur og Reimund Langgaard og nummar trý eru Arne Mikkelsen og Símun Lassaberg.

Fyrsta meldið í kappingini meldaði Jóan Petur Hentze kommunustjóri, tá ið hann settist við borðið har fyrireikarin Jákup Sørensen av Bridgefestivalinum, saman við Leivi Holm skuldi spæla móti vinnarunum í fjør, Bjarna Hólmari Einarssyni og Boga Simonsen. Jóan Petur meldaði ein sans, so hann hevði góð kort.

Býráðið í Havn veitir, sum parturferðavinnuætlan síni stuðul til altjóða tiltøk, sum eru í býnum. Bridgefestivalurin telist millum tey størstu afturvendandi altjóða tiltøkini, sum eru í Føroyum. Hetta er fimta árið at hann verður hildin Fyrstu fer var í 2019 og bara koronaárið 2021 var lagt niður í millum.

Í dag leygardag setast tey aftur at spæla og væntandi er alt liðugt klokkan umleið 17.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo