Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fyrsta vikuskifti í januar hevur Eivør tvær konsertir í Sjónleikarhúsinum í Havn. Konsertirnar vera tiknar upp og skulu brúkast til nýggja liveútgávu hjá Eivør, sum ætlandi kemur út á várið 2017. Skráin verður løg frá seinastu útgávum hennara, Slør og Bridges. Marius Ziska hitar upp og er gestur á pallinum hjá Eivør. 

Eivør er annars júst afturkomin av konsertferð í Europa, har hon hevur framført saman við síni trio við Mikael Blak og Høgna Lisberg. Eisini hava Marius Ziska og Allan Tausen verið við sum upphiting og gestasangarar.

Eivør sigur sjálv:

"Vit hava spælt sera nógvar konsertir seinastu árini úti í heimi og ætlanin er nú at koma heim til kæru Føroyar og framføra, taka konsertirnar upp og síðan at útgeva eina live plátu við løgum frá BRIDGES og SLØR, umframt av løgunum, ið hava fingið nýggjan dám, saman við Marius og Allan. Tað hevur verið reint luksus at havt Marius og Allan við sum support á seinastu konsertferðini, har teir eisni hava sungið við sum gestir á konsertunum. Vit gleða okkum ótrúliga nógv at spæla tilfarið fyri føroyingum og vóna at nógv fólk koma at hjálpa okkum at seta dám á komandi live fløgu."

Konsertirnar vera fríggjadagin 6. jan. kl. 20.00 og leygardagin 7. jan. kl. 19.00. Atgongumerki á 150,- kunnu keypast frá fríggjadegnum 16. desembur í Tutl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo