Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum
Evni: Mannagongdir innan almannaøkið

Spurningar:
1. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í tíðarskeiðnum 2019-2022 fyri at betra um mannagongdir og annað innan almannaøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum?

2. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í 2023 fyri at betra um mannagongdir og annað innan almannaøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum?

3. Hvørji ítøkilig átøk er ætlan um at gera í framtíðini fyri at betra um mannagongdir og annað innan almannaøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum?

Viðmerkingar:
Tænastur og skipanir innan almannaøkið eru tíbetur øktar og mentar seinastu nógvu árini, so vit í dag í størri mun enn áður hava møguleika at lofta teimum borgarum, sum á ymiskan hátt hava ein tørv, sum vit sum samfelag halda vera rætt, at vit skulu lyfta saman.

Tó er og verður eisini ofta ført fram, at hetta hevur ein størri kostnað við sær, enn vit sum samfelag megna at bera, samstundis sum nevnt verður, at tað er neyðugt at gera átøk fyri at betra um mannagongdir, so tær hóska seg til tørvin, samfelagið og langtíðarhaldføri.

Tí hesir spurningar um gongdina seinastu árini, gjørdar ætlanir síðan seinasta løgtingsval og hvørjar ætlanir eru fyri framtíðina.

Á Løgtingi, 03. august 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo