Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! Festivalurin: At spæla tónleik er fyri tónleikrar eitt arbeiði, sum eitt hvørt annað arbeiði; Tað snýr seg um at gera síni ting væl og har eftir fáa sína løn.

Men summi menniskju lata meir av sær sjálvum, enn nakar í veruleikanum hevur biðið um. Soleiðis er Kris Kristofferson. Hann er kendur fyri sínar fíggjarligu stuðulsgávu.

Og í áðni kunngjørdi maðurin sjálvur á tíðindafundi í Gøtu, at hann fer ikki at taka í móti pengum fyri konsertina, sum hann spælir klokkan 18.00 í kvøld. Hann fer nevnliga at lata allar pengarnar til Barnaheimið í Havn.

Og pengarnir koma væl við, siga starvsfólk á Barnaheiminum, sum fyri stuttum vóru á skeið í at handfara traumatiserað børn og ung.

"Pengarnir fara óskerdir til børnini. Okkara rakstur røkkur ikki til at geva børnunum upplivilsi, hóast tað er ein sera týdningarmikil partur av at byggja børnini upp aftaná trauma", fortelur Katrin Haraldsen, leiðari á Barnaheiminum.

"Vit eru sera takksom", sigur hon at enda. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo