Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Felagið Føroysk Tónaskøld: Í døgunum 19. og 20. juni hevur Nordisk Komponist Råd (NKR) fund í Føroyum. NKR er sett saman av feløgunum fyri tónaskøld úr Íslandi, Finlandi, Svøríki, Danmark, Noregi og Føroyum.

Forfólkini í feløgunum møtast einaferð um árið. Í ár verður fundurin í Føroyum.

Á fundinum í Reykjavík síðsta heyst, avgjørdi ráðið at lata NKR-virðislønina à 50.000 dkr til Summartónar og Kristian Blak, ið hevur staðið á odda fyri Summartónum í 31 ár.

Áðrenn Summartóna-konsertina hjá Martin Stender (saksofon) og Torleik Mortensen (bass) verður viðrislønin handað, og forsetin í NKR, Martin Jonsson Tibblin flytir fram røðu.

Konsertin og virðislønahandanin eru mánadagin 19. juni kl. 16 í Klingruni í Norðurlandahúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo