Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SF: Kristina Bærendsen verður við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í august mánaði.

Dugnaliga føroyska songkvinnan, sum er búsitandi í Íslandi, fer at hava konsert saman við bólki sínum á landsins størsta tónleikatiltaki.

Kristina Bærendsen hevur sungið og framført, síðani hon var ung genta. Hon gjørdist veruliga landskend, tá ið hon fór at framføra saman við countrykonginum Halli Joensen, og eftir at hon hevði givið fløgu út í 2012, fann hon flogið sum solistur.

Kristina hevur serliga sungið country, men eisini gospel og popp, og bæði á útgávum og konsertum hevur hon verið sannførandi. Í fjør átti hon ein av mest spældu føroysku sangunum, "Mister Wrong", sum var ein av finalistunum til at verða Ársins útvarpshitt.

Kristina Bærendsen fer at spæla kendar sangir hjá sær og onkrar nýggjar, tá ið hon hevur framførslu á Summar Festivalinum, ið verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo