Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mikudagin 30 okt. kemur út nýggj fløga við Kristinu Nónklett Hansen.

Fløgan sum ber heiti Við Takksemi, er upptikin í Crossroads Studios, Arden NC í USA.

Nakrar av røddunum eru tó upptiknar í upptøkuhølunum  hjá Erik Biskupstø í Klaksvík.

Fløgan inniheldur 13 sangir, har teir flestur eru skrivaðir av Kristinu sjálvari. Terje Vestergaard hevur gjørt lag til, tveir av sangunum, Eyðun Jacobsen hevur gjørt orð og lag til ein sang og Hervør á Torkilsheyggi orð og lag til ein. Eisini er ein sálmur við á fløguni.

Tað eru Jeff Collins og Lauren Talley sum hava skipa og lagt sang og tónleik til rættis.

Kristina Nónklett Hansen hevur verið aktiv í sangi í nógv ár. Hon hevur sungið síðani hon var ein smágenta. Seinastu árini hevur hon verið aktiv sum lovsongsleiðari í Kelduni, har eisini fleiri av hennara sangum vera sungnir.

Fløgan ber brá av tí, sum Kristina brennur fyri, og tað er lovsongurin og tilbiðjanin av Honum, sum gav henni nýtt lív, Jesus Kristus.

Í samband við fløgu útgávuna, verður útgávuløta í Kelduni, Skálafirði, mikukvøldið 30 okt. kl 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo