Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kringvarpið ríður lágt, og tað er trist, soleiðis sigur fyrrverandi formaðurin í stýrinum fyri Kringvarp Føroya, Símun Jóannesarson Hansen í eini dagføring á facebook, har fleiri eisini geva honum stuðul.

Tað gongur fram av samskiftinum, at tað er álátaður málburður og beinleiðis ónæriligir sangir sum verða spældir í bestu senditíð, til dømis mitt um dagin, tá børnini eisini lurta, og tað sømir seg ikki, halda fleiri.

Ein sum eisini gevur sína hugsan til kennar er fyrrverandi løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni. Hann vísir til kringvarpslógina, sum ongan iva letur vera um, at sumt av tí sum sleppur ígjøgnum meskarnar í dag hoyrir ongastaðni heima.

Sum skilst er tað millum annað nýggi sangurin hjá bólkinum RSP, Hygg eftir mær, sum hevur fingið fleiri at taka blaðið frá munninum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo