Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

mynd: Dávur Winther

mynd: Dávur Winther

mynd: Dávur Winther

Bergur Jacobsen, prestur, sum skrivar reflekterandi greinar í “Norðlýsið”, viðmerkti herfyri: “Ongin tosar um læknastríðið, sum vit øll minnast – har er tøgn!”  

Men nú hevur Jóan Pauli Joensen nýliga í baksýni gjørt sínar viðmerkingar á Facebook til Saxo-filmin um læknastríðið - við Lars Løkke Rasmussen sum høvuðs-gladiatori.

Jóan Pauli Joensen
Jóan Pauli er ikki hvør og ein. Hann er fil.dr./ dr.phil. í tjóðlívsfrøði (etnologi) frá universitetum í Lund og Aarhus og hevur síðani sum professari fjálgað um fakið fyri lívið á Setrinum.

Millum seinastu bøkurnar hjá Jóan Paula, sum “Sprotin” bæriliga gav út herfyri, eru: “Ketilostur og putursukur-veðrar” og “Í stovuni sofu, í køki komfýr”, sum anga av sóma og matligari vælveru, og alt gott um tað.

Við serstøkum áhuga fór eg tí undir at lesa hansara áskoðan um læknastríðið, sum snýr seg um ein einstakan lækna mótvegis tí danska læknafelagnum. Tí navnið.

Jóan Pauli var 8–10 ára gamal í Sørvági um hetta leitið, og var tí vitiliga ikki við í víggirðingini á staðnum.

Eftirfarandi?
Men skakkur gjørdist eg, táið eg sá vefturin av vándum orðum, sum professarin her ber fram: “Um kollektiva psykosu, nazismu, talibanar, eldri frásøgukonur sum grótu, barnsliga bumbumannin, Fischer Heinesen sum naivan og nakað úr Skriftini við: ...sum ikki vistu hvat teir gjørdu.”

Ein eigur ikki at meinskast inn á onnur, ið hava eina øðrvísi áskoðan á tilveruna, men her átti Jóan Pauli tó at hildið seg frá at mæla, og hetta tí, at av veruleikafjarum gruggi, har ið lágt er millum syllarnar, er longu nóg mikið av, tykist mær.

Men hevur granskarin grein í sínum máli? Og hava vit onnur, sum við vóru í stríðnum, misskilt tað heila? Og tí eiga at drýpa høvur fyri fráverandi sakkunnleikanum?

Ein vinur mín helt einaferð fyri: “At til ber at vera doktari í teologi, og kortini ikki hava skilt kristindómsins ABC”. So hvør veit?

Fyri ein ordan skuld kunnu vit - meiri fátæk í anda – og við stavraðnum til hjálpar – heldur kanna um nakað ljós er at hóma í hesi lagnu-søgu landsins .

Um sannleikin er, at læknastríðið - í roynd og veru og djúpast sæð og BARA tað - snúði seg um eittans orð, nevniliga: FÓLKAHEILSUNA.

Læknastríðsins ABC
Millum jóla 1952 sótu sjey mans inni á gl. skrivstovuni hjá kgl. handlinum og skrivaðu uppskot til eina “adressu” til frama fyri ein lækna, sum dyggiliga hevði prógvað, at hann var framúr dugnaligur lækni, edrúur og arbeiðssamur, og sum teir tí tráliga vildu skuldi halda fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Hesir sjey, allir rættskafnir menn, vóru: Óli Jákup Jacobsen (1890-1971) arbeiðstakari og uppfinnari, Fischer Heinesen (1901-91) lærdur sjómansskúlaleiðari og havnarmeistari, Viggo Joensen (1905-78) royndur fiskiskipari og vinnulívsmaður, Jóan Pauli Steinberg (1907-72) motorpassari og málarameistari, Jens Sofus Isaksen (1911-97) keypmaður og vinnulívsmaður, Georg Nolsøe (1914-94) sýslumansfulltrúi og heilsølumaður og Páll Róland Poulsen (1924-2020) radiomekanikari og málkønur.

Fleiri fólk eru enn á lívi, sum geva Olaf Halvorsen æruna av, at tey komu undan við lívinum. Eitt nú 95 ára gamla Amalia g. Hansen, einkarsystir Páll Róland Poulsen.

Adressan bleiv síðani borin kring læknadømið og 95% av fólkinum tóku undir við tilmæli adressunnar. Tað var so tað.

Fólkaheilsan
Vagn Stærmose, dugnaligur lækni, (giftur við einkardóttir Alexander Enniberg, skúlastjóra) fekk illkynjaða sjúku, men stríddist til sítt seinasta, og mátti lúta tann 20. august 1949.

Í umleið 2 ár eftir hetta varð alt læknadømið røktað av íalt 17 lækna-vikarum: Erik Lage, Gunnar Lomholt, Eivind Rubek Nielsen, Eilif Joensen, Pedersen, Erlandsen, Kodahl, Meyer, Emma Joensen (g. Winther), Philip Ronnenberg, Sanna Dahl (g. Niclasen), Eivind Dahl, Astrid Klein, Árni Olsen, Klahn, Marner Simonsen og Olaf Halvorsen (frá 1. juni 1951 til 10. mai 1955).

Og at vikarar valdast, tað vita vit øll.

Læknafelagið og tey sjúku
Bæði sjúklingurin og tey avvarðandi (kundin) – hava vitiliga rætt til at meta um aktuellu heilsustøðuna, sum so, teimum til bata; men her var als eingin vilji til nakra semju úr Havn – og fyrst og fremst frá landslæknanum og ríkisumboðsmanninum.

Báðir vóru væl lærdir og vitandi menn annars, men manglaðu bæði skynsemi og mansevni. Lærdómur kann gera teg kønari; men ikki ósvitaliga vísari.

Danska læknafelagið hevði uttan lógliga heimild sent eina rokning til Olaf Halvorsen fyri fundarvirksemi (til støddar: 601 krónu og 50 oyru), sum hann ikki hevði biðið um og tí ikki vildi gjalda fyri. Og Halvorsen bleiv tí koyrdur úr hesum fakfelagi og forfylgdur av teim um lond fyri lívið.

Landslæknin í Havn tók undir við heimsóknini frá danska fakfelagnum. Tann sami landslæknin og myndugleiki, sum hevði sent Halvorsen sum neyðhjálp til Klaksvíkar Sjúkrahús - fyribils.

Annar lækni settur
Í staðin fyri Halvorsen bleiv ein í Vágum væl umtóktur kommunulækni – men óynsktur av norðuroyingum - settur í fast starv við sjúkrahúsið. Men hetta bleiv fyri hann alt samalt ein eyðmýkjandi sorgarleikur, og honum havi eg alla samkenslu við.

Føroyska læknafelagið setti nú tí heilsuliga niður pínda læknadøminum knívin á barkan við kravinum um: “Halvorsen skal burtur úr Klaksvík, annars vil bæði danska og føroyska læknafelagið samsint siga allar sáttmálarnar upp við allar avvarðandi myndugleikar”!

Og, tann 6. apríl 1953, hesi ómildu orðini við: “Hetta er seinasta orð læknafelagsins í hesum máli, og eingin skal gera sær minstu vón um, at henda støða okkara verður broytt”!

Ein ovurhonds hóttan ímóti øllum sjúklingum, landsins stjórn og ríkisins og øllum Føroya fólki við - og við hesum at bumba alt tað føroyska samfelagið aftur í ta myrku miðøld!

Hetta, heldur enn at finna eina sámiliga loysn. Kann man her sáttliga spyrja: “Hvar bleiv hátíðarliga læknalyftið teirra nú av?”.

Læknar tá á døgum
Tú møtir læknum í dag til sáttliga og fyrikomandi samtalu í eygnahædd - bæði kommunulæknar og alskyns serlæknar - og eisini alt tað palliativa toymið.

Stórlæti embætismanna kenna vit úr søguni og ein serstakan klassa-mun við. Eftir at nærlagdar sjúkrasystrar høvdu hampað hvønn sjúkling, glattað hvørja dýnu og lak - kom yvirlæknin anstigandi til stovugongd við skrivara og 6-8 sjúkrasystrum í hølunum.

Læknar tá sýttu fyri, at faðirin var hjástaddur undir føðing í hesa sváru hátíðarløtu lívsins, táið konan trongdi mest til kærleika og linna. Og ein reyð rósa í takklæti til mammu og barn varð heldur ikki told av teim við stívari yvirvørr og upprendari nøs.

Filmurin hjá Saxo og Løkke
Mær dámar væl Lars Løkke. Hann stendur enn, hóast hann bleiv bakbítin og niðurstungin aftanífrá av sínum egnu samstarvsfeløgum. (Eg veit, hvussu hetta svíður!).

Løkke er gløggur og tann royndasti politikarin í ríkinum á fleiri rókum - men hví hann nú vildi gerast sjónleikari á búnum aldri – tað er mær ein gáta.

Og tað í einum filmi sum innihalds- og søguliga er so burturvið. Og so at hann ikki helt lyftið um dulsmálið um vinmann mín frá barni av: Elmar Johannesen (hvørs korttíðarminnið er nógv fánað) og bumburnar. Men hann um tað.

Tí sum ein Harrison Ford, sum “Indiana Jones”, riggar Løkke ikki nóg væl, so mær barst látur í barm, táið hann hugsanarsamur heingir teir kriminellu: Fischer Heinesen o. fl. upp á rútin á Panorama á Hotel Hafnia og so tekur grannskoðandi tvey fet aftur - sum ein annar “Helen Mirren”, kriminalkommiserur, í seriuni “Prime Suspect”, (“Mistænkt”) - Nei, nei, tá velji eg heldur Mirren til rolluna (!).

Og táið hann teatralskur í sársaka hyggur út yvir staðin, Klaksvík, tá berst einum fyri: “Jerusalem, hvussu fegin vildi eg ikki, sum hønan savnað tykkum...”, og síðani kemur eitt slag av “Morten Korch filmsromantikki” – eymt dvøljandi í brekkuni úti í Bø við bjarta Tindhólmi sum hugtakandi baktjald. Akk, ja, akk, ja...

Teir, sum film gera, saksa og klippa eftir vild, hesir sum til endamálið hava biddað sær millióna-upphæddir av almennum stuðli til høldar. Men við ongum kravi um ávísa dygd fyri veittan stuðul.

Tøgnin er ikki mín
Bókina, “Herskin Herðindi – um læknastríðið 1952-1956”, skrivaði eg við hjartablóði eftir leistinum (alt annað líka): “Mektigasti Festus, eg tali sonn orð við góðum skili”, Aps. 26.

Tó nýtti eg nakað av skemti/speisemi/sarkasmu í bókini, fyri líkasum at lætta eitt vet um lesnaðin. Men, rætt hevði hittinorðaði, vinur mín, sum helt fyri: “At skemta, tað er ein ALVORLIG sak!”.

“Tí, fyri summi er tað sum fagrir summarfuglar, ið flúgva út úr munni tínum til látur, fragd og gleði. Meðan fyri onnur kennast somu orðini eins og steinar, sum detta út úr munni tínum - og niður á tærnar hjá teimum! Og tí gerast tey bæði sorgarbundin og fortørnað.”

Summi køn og vitandi meta hesa bók mína vera tann breiðasta og mest eftirfarandi lýsing av læknastríðnum við øllum ákærum, dómum o.s.fr. - íalt 460 síður við hundraðtals myndum - og kostar innb. 298 kr. í bókabúðum.

Men um onkur - sum ynskir at lesa/eiga bókina - heldur hetta vera í meira lagi, so skal hesin fáa hana frá mær fyri einki, so leingi upplagið varar.

Peter Mohr Dam og Villi Sørensen
Fólk úr Havn, sum høvdu bæði fleiri læknar, hospitalið og apotekið í býnum, skiltu ikki, hvussu heilsustøðan var niðurpínd læknaliga á brimplássunum í Norðuroyggjunum.

Og tak til dømis viðingin, Villa Sørensen, blaðstjóra á Sosialinum, sum alla tíðina stóð stálsettur fyri, at Halvorsen skuldi vera verandi í Klaksvík, og eitt nú Peter Mohr Dam, seinni løgmaður, sum meinti tað sama.

P. M. Dam helt eina sanna brandtalu í Fólkatinginum til frama fyri norðuroyingar, og bleiv illa lýddur fyri hetta av sínum egnu partamonnum á Christiansborg. Hetta tí, at allir hesir ríkisins kosnu menn ræddust danska læknafelagið. So einfalt var tað. Men tað gjørdi Dam ikki.

Eiga vit slíkar djarvar oddamenn sum Erlend Patursson (idealistur, sum stældur stóð fyri síni hugsjón), Villa Sørensen og P. M. Dam í dag?

Og hví spyrja so? Jú, bæði P. M. Dam og Villi Sørensen vistu, hvat tað var at vaksa upp á brimplássi við ongum lækna – um eitt nú klúgvandi var um Múlan á høgætt við lítla 17 tons læknabátinum “Medicus” við læknahjálp til Viðareiðis í neyðstøðu!

Men, hvussu skuldu fólk í høvuðsstaðnum skilja slíkt? Tey vóru jú væl fyri.

Eitt dømi frá eygnavitni í Svínoy
Ein kona fekk knappliga álvarslig herðindi, og læknin varð boðsendur, og 1-2 tímar seinni lá “Medicus” á víkini. Ring ætt við sjóvarilsku, ikki var hugsingur um at leggja at bunkarendanum, tí óløgini brutu heilt niðan undir hamaran.

Svínoyingar vóru meinkunnigir menn, teir høvdu mist fólk á sjónum og niðursigldir við. Mannað varð tí eitt áttamannafar, sum herjaði á illveðrið - tó høvdu teir ein enda á bátinum - um illa vildi til.

Løtu seinni kom báturin inn aftur við Halvorsen innanborða. Hann metti skjótt um støðuna og konan bleiv á børu bundin føst í bátinum, og so varð aftur hildið á brotini út móti “Medicus”, og haðani gekk leiðin á sjúkrahúsið í Klaksvík.

Halvorsen tók sítt læknalyfti sera álvarsliga, men kundi hann loyva sær at fara av sjúkrahúsinum í tílíkan deyðaváða, so at sjúkrahúsið lá eftir í læknaloysi?

Jú, djarvar sjúkrasystrar, sum Ása Klein – hon sum tók ímóti øllum liðinum av fútabannsmonnunum úr Havn, tann 21. apríl 1955, og gav teimum greið beskeð. Ása Klein g. Ovenberg livir enn og býr 90 ára gomul í Oyndarfirði.

Hvussu Marner Simonsen, kommunulækni, metti um sítt læknalyfti, veit eg ikki. Tí nógv var at gera í læknadøminum, táið hann knappliga rýmdi – eftir okkurt øvugt orðið móti honum - ella heldur eftir ordrum frá læknafelagnum - sum tey flestu hildu – tí við hesum lá alt enn meiri á herðunum hjá Halvorsen – einsamøllum.

Zacharias Hammer
Zacharias (13.10 1951-09.06.2020) bað meg (sum tann einasti) um, at siga sær røttu søguna gjølla og við sær vitja og avmynda øll tey støðini, sum hava serstakan søguligan áhuga í sambandi við læknastríðið, og eg játtaði.

Men nakrar vikur seinni var tann líkatil og vinsæli tíðindamaðurin, Sakaris, ikki meir. Tó eftir hann liggur ein framúr gullrandaður hópur av okkara samtíðarsøgu til eftirtíðina.

Sakaris var ikki nakar kúllur, hann hevði framúr evni til at fáa fólk at lata seg upp í sendingum, antin talan var um Albertu Rasmussen g. Gaardlykke í Lamba, barnasendingarnar ella úrmælingin, John Dam, skipara.

Tey kløkkaðu
Søguna um Bjørg og Fróða Lassen í filminum kenni eg væl – bæði eru mínir dámligu klassafelagar øll árini – tey blivu góð longu í millumskúlanum og halda trúføst saman enn. Og mein fingu tey ikki av hendingini.

At tey - so forlipt - blivu kløkk av at møta fjálturstungnum, vápnaðum monnum á sjúkrahúsøkinum, tað skilur einhvør. Hesir strongdu, vanligu menninir, sum gjørdu manngarð um økið, tí at ein vápnaður, drukkin maður segði seg vilja drepa Halvorsen.

Hesin maður var annars ein raskur sjómaður, hann sigldi seinni fleiri ár við pápa mínum við “Polarstjørnuni”, men kundi sum ávirkaður gerast ólátaður, sum so mangur tá á døgum.

Sum eitt nú, táið ein bretskur trolaramaður við krígslok, púra villur, stóð og skeyt um seg í fyllskapi á Longukaj. Ein sersjantur kreyp út eftir bulverkinum, til at hann við revolvara fekk skotið tann óða í armin og avvápnað hann.

Tey óttafullu
Ótti kemur uttanífrá og angist innanífrá, siga tey kønu, og hetta er okkum í holdið borið – meir og minni.

Mong fólk flýddu í bumbu-tíðini undir krígnum úr bygdini og fleiri út í Gravardal. J. F. Kjølbro flutti við familju út á Oyrar í hús sítt har saman við báðum synunum við familju, og eingin eigur at halda hánt um hetta.

Men virðingin gerst ikki minni fyri teir sjógarpar, sum við sløktum lanternum í øllum veðri hildu á havið á myrkari nátt - millum minur, undirvatnsbátar og flogfør - við ísfiski til bretska markedið, fyri at vinna dagligt breyð fyri seg og síni – og fyri skipið og reiðaran við. Og mangir spurdust ikki aftur...

Ræðusøgur
Søgur frá (dehydreraðaum?) grátukonum og higstandi, hálvvaksnum gentum, sum gráta um seg sjálvar í sjálvsøkni, og sum vóru/eru fleiri ljósár frá sjálvum læknastríðinum um heilsumál, tær keypi eg als ikki.

At skúlagarðurin var/er (?) ein náðileys arena fyri allar minnilutar frá einum ráðandi meirilutan, tað vita vit øll at siga frá, tað veri seg átrúni, leysingabørn ella onnur frávik og brek.

Heldur ikki søguna um at trolarin “Barmur”, sum lá sum avbyrging fyri havnina nakrar dagar, var fullur av dynamitti – ja, var bumban yvir allar bumbur (!), hana góðtaki eg ikki.

Veruleikin var, at tunnurnar, sum nýttar vórðu undir stongslinum, bara hildu veirinum uppi og vóru tí tómar, og ikki so mikið sum ein “kinesari” var umborð á “Barmi”! Eg var sjálvur við til at leggja “Barm” út sum stongsil fyri vágna.

Verjin, Ove Rasmussen, hægstarættarsakførari, hevði so evindaliga rætt í tí, sum hann segði í landsrættinum, at avbyrging av Klaksvíkar havn í nakrar fáar dagar: “Det var drengestreger”!

Men hetta miðla-kríggið vunnu vit tó, og “Parkeston” - fullur av vápnaðum politistum við glepsandi hundum - tordi ikki at herja á avbyrgingina.

Lóðurgoymslan
Eg var kommunuverkfrøðingur í Klaksvík 1968-70. Vit keyptu tá lóður til vanligt forbrúk í grótbrotinum og nakað eyka til menn sum Óla Jákup Jacobsen og Jógvan Gerðalíð, sum sprongdu út fyri grundum. So sera avmarkað. Og einki, at fylla nakran trolara við.

Og eftirlitið um landið, við lóðri og perlum annars, kundi væl verið neyvari. So sum hendi nøkur ár herfyri, táið ein gløggur maður í grótbrotinum hugdi inn í ein skúr frá Landinum, sum lá vippaður niður í grótbrotið á Bumshamri, og sum vísti seg vera fullur av alskyns dynamitti og perlum – hvørt um annað. Sum tí vitiliga kundi blást hálvan býin í sor, um illa vildi til.

Einsíðug vitnisførsla
Løkke dámar at umrøða Sigurð Joensen, abba Sólrunnar; men í filminum verður ikki drigið eitt orð fram úr landsrættinum frá Sigurði um ringu heilsustøðuna: “ Um tær lítilsverdu ákærurnar móti norðuroyingum, sum bara vóru frá HINARI síðuni. Og at táið menn fór til skips um várarnar, tá yngstu teir, at kona og børn teirra vóru í tryggum hondum. Tí vildu teir fyri alt behalda Halvorsen. Og tí teir kendu báðar læknarnar av royndum!”.

Í hesum sama einsíðuga negativa spori móti teim 95% av norðuroyingum koyra Teddy Bruslund frá Saxofilmi og Lars Løkke fram í filminum.

Um tørvur er á at dyrka eitt nú hetta ótespiliga evnið - um forfylging av forelskaðum gentum í krígstíðum - so kundi í filminum heldur tikið donsku genturnar fyri, sum løgdu ástir saman við týskar soldátar undir krígnum.

Um hvussu hesar “felt-madrassur” blivu viðfarnar, hárini avklipt, Hitler-merkið málað á nakna kropp teirra og avbardar riknar gjøgnum býin.

Her er einki at koma eftir, her. Og tí óvirðiligt, mínir harrar: Teddy, Løkke og Jóan Pauli.

Fischer Heinesen og Poul Kajer
Skal tú fáa ein klaksvíking, sum er komin nakað til árs, at flenna óavmarkað og rista við høvdinum, so skalt tú bara minna hann á, at tann mest reflekterandi og sáttligi, skilamaðurin, Fischer Heinesen, varð handtikin eitt kvøldi heima við hús av 15-20 vápnaðum politistum og av rættinum dømdur til 18 mánaðir (seinni 12), men sat 8 mánaðir í fongsli í Tinganesi, sum fíggindi ríkisins nr. EITT!

Og fíggindi ríkisins nr. TVEY! – men ikki so reflekterandi – var Poul Kajer (!). Hann fekk 4 mánaðir í undirrættinum og ikki ein hálvan tíma eftirgivnan í landsrættinum.

Poul Kajer, sum bleiv drigin út úr handlinum hjá Olafi Olsen á Stongum, hesi hjartans góðu fólkini, sum tóku sær av honum. Poul spraklaði sum ein púra villur, táið tveir grannvaksnir politistar handtóku hann og við makt drógu hann út úr handlinum og blakaðu hann inn í “salatfatið” og umborð á fangaskipið “Ternuna” at sita.

Um Poul Kajer, segði verji hansara í landsrættinum: “Hann forstår overhovedet ikke noget af, hvad der er foregået”.

Og vorðið sum ein fongur fyri fregattina “Rolf Krake” og tvey onnur krígsskip, alvápnað við, sum stevndu inn eftir vágni tann 1. oktober 1955 við fjøld av marinarum og vápnaðum herliði av politistum fyri at taka m. a. hesar báðar ringastu “talibanarnar” av øllum (!).

Makan til rættarligt cirkus hevur frælsi heimurin ikki sæð fyrr - ella síðani.

Tey fara at koma
Professarar eru, sum eru so klókir, at teir vita alt og tí ikki hava tørv á at tala við nakran á staðnum. Men bíða bara, tey ungu kønu fara í framtíðini at koma og kanna, hvat ið hendi við heilsustøðuni undir læknastríðinum, nærri.

Og eitt nú justitsmorðið móti Fischer Heinesen.

Hesi fara, eins og nú verður kannað í Danmark, um hvussu teirra kosnu myndugleikar tá samstarvaðu undirbrotliga undir seinna heimsbardaga við týska hersetingarvaldið.

Pibende hængsler
Sera áhugavert er at lesa tað, sum kendi journalisturin, Arne Hardis, kemur til í bókini: “Pibende hængsler – socialdemokraternes og den tyske fascination under besættelsen”, sum kom út fyrr í ár.

Th. Stauning, forsætisráharri, legði kósina fyri samstarvinum við “góða” grannan fyri sunnan eftir sigrar Hitlers, og við í ymsum vinaligum átøkum var eitt nú Jens Otto Krag, seinni forsætisráðharri, og skaldið Harald Bergstedt (1877-1965).

J. O. Krag tók aðra leið í 1942, meðan hin helt fram og misti øll rættindi seinni og mátti bøta – tvey ár í fongsul – og hansara yndisligi barnasangir sum: “ Jeg ved en lærkerede” og “Solen er så rød, mor” máttu ikki syngjast alment heilt fram til 1963.

Og Stauning fór (heppin?) úr hesum heimi í mai 1943 – og slapp tí frá einari møguligari eftirkannan og rættaratsókn.

Kæri Jóan Pauli
Hetta er bara ABC-ið, stavraðið er væl longri, og hevði tú vita meir um málið og kent – um ikki annað - intellektið hjá tveimum av ”tínum talibanum”, Fischer Heinesen og Páll Róland Poulsen, so hevði tú havt alla grund til bæði at gánað og gapað.

Og hevur tú hug ella tíð til eitt nærri prát um læknastríðið og heilsustøðuna tá, so skalt tú vera vælkomin.

Eg eigi ikki ketilost inni, men havi “í stovuni sofu, í køki komfýr” – so “...om lidt er kaffen klar”!

Við blíðum heilsum
Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo