Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sosialisman, sjálvt eftir 40 søgulig ræðsludømi, tølir enn ungdóm yvir til vinstru.

Vesturlendsk universitet eru full av sosialistum  og islamskum antisemittum.

Søgufrálæra í Føroyum er ikki so marxistisk sum í USA, men er enn upplýsing.

Próvfast er, at Sosialisman oyðileggur alt, hon nertur við, lond, fólk og moral.

Nógv dømi eru um sosialistiska neyð og deyð í 20. øld, og einki undantak.

Frælsa Suðurkorea er nú 40 ferðir ríkari pr íbúgva enn kúgaða Norðurkorea.

Taiwan er 3 og Singapore 9 ferðir ríkari enn KomKina, men tey byrjaðu javnt.

Chile er nú 6 ferðir ríkari enn sosialistiska Venezuela. Tað var øvugt í 1990.

USA er 50 ferðir ríkari enn Kuba per høvd, men var bert 3 ferðir ríkari í 1960.

Fría Ísrael (uttan olju) er 10 ferðir ríkari enn kúgaðu islamsku grannalondini.

Gaza er ein deyðslega hjá Hamas. Ísrael demokratisk oasa í eini sandoyðu.

Í Evropa var altíð gaman at síggja Vesturtýskland smyrja Eysturtýskland av.

Tá Jarntjald og Berlinmúrur rapaðu, lá fría BRD langt framan fyri kúgaða DDR.

Fríi framleiðarin og brúkarin vunnu á statsvaldi, planbúskapi og Stasi.

Rættartrygd, privatur ognarrættur, talu-, trúar- og vinnufrælsi sigraðu í 1989.

Zitelmann og bæði ‘Týsklondini’
Henda greinin sammetir kapitalistiska Vestur- og sosialistiska Eysturtýskland.

Hon er meiri søgulig enn aktuell, men gott dømi um mun á frælsi og kúgan.

Søgukøni prof. í búskapi, Reiner Zitelmann, hevur skrivað nógv um evnið.

Henda greinin byggir á eitt 19 min. video hjá Zitelmann, innsett niðanfyri.

Sosialisman er so óbrúkilig, at sjálvt ikki (eystur)týskarar fingu hana at rigga.

Sovjet hertók Eystur-, og Vestanveldini vardu Vesturtýskland (BRD) frá 1948.

Vátt kom skjótt í reiðrið millum demokratisku og sosialistisku hertakararnar.

Berlin lá mitt inni í Eysturtýsklandi, nevnt DDR. Berlin varð eisini býttur í tvey.

Sovjet avbyrgdi Berlin, men USA gjørdi loftbrúgv hagar við neyðsendarvøru.

Sum altíð streymaðu fólk, mest ung og útbúgvin, frá sosialismu til kapitalismu.

BRD var ‘gongubátur’ og DDR ‘eftirbátur’
Eftir 1948 fekk BRD frían marknaðarbúskap, og DDR vanlukku planbúskap.

Ludwig Erhard fekk stjórnina hjá Adenauer at innføra frían marknað í BRD.

Bert 13 ár seinni var demokratiska BRD 20% framman fyri sosialistiska DDR.

Í 1961 reistu marxistarnir í Berlin og Moskva Berlinmúrin og Jarntjaldið.

Eftir at Múrurin varð bygdur, vágaðu 1000-tals fólk lívið fyri at flýggja til frælsi.

Loynireglan í DDR, Stasi, noyddi 6. hvønn borgara at smetta um øll hini.

Stasi fongslaði, píndi (og enntá drap) 1000-tals fólk hvørt ár líka til 1989.

Munur á bilum, telefonum og teldum
Búskaparliga dragnaði ímillum ‘gongubátin’ BRD og ‘eftirbátin’ DDR.

Bretland fekk 25% av $13 mia av amerikansku Marshall-hjálpini til Evropa.

Frakland fekk 20%, Italia og Vesturtýskland fingu hvør síni 10% av stuðlinum.

BRD varð tí ikki forkelað av USA, men breyt seg sjálv upp úr krígstoftunum.

Í 1989 fullu Múrarnir. Tá áttu 68% av vestur- og 54% av eysturtýskarum bil.

Men munur var á bilum: DDR framleiddi bert 2-takts Trabant og Wartburg.

Keyparar í DDR máttu bíða 7-12 ár frá tí, tey bíløgdu, til tey fingu bilin.

Vesturtýskland framleiddi VW, BMW, Merc, Audi, Opel o.fl. hágóðskubilar.

Vesturtýskir keyparar kundu koyra bilin heim sama dag, teir keyptu hann.

Í 1989, tá Múrur og Tjald fullu, áttu 12% av fólki í DDR og 38% í BRD teldu.

Bert limir í kommunistiska stjórnarflokkinum (SED) í DDR sluppu at eiga bil.

99,3% av vesturtýskarum áttu telefon, ímóti bert 16% (partíbossar) í DDR.

Húsaneyð og svínað umhvørvi
Prísloft var á tí alment átta húsamarknaðinum, so peningur treyt til viðlíkahald

Tað var sami príspolitikkur, sum tá (national)sosialisturin Adolf Hitler ráddi.

Í 1989 vóru 65% av húsum  hitað við koli, 24% uttan WC og 11% ikki búgvandi í.

Framkomin Vestanlond hava heimsins reinasta umhvørvi, vatn og luft.

Tá DDR legði kongin, varð upployst og lagt undir BRD, var tað ein køstur.

Sosialistar finnast at kapitalismu, tí hon er gromm og verjir ikki umhvørvið.

DDR var heimsins skitnasti umhvørvisdrepari, júst tí tað avsegði kapitalismu.

Koldust huldi alt DDR við 3-falt størri útláti at eiturgassum enn BRD.

Einki liv var í nakrari á í DDR, ikki ein fiskur, og ikki hugsandi at svimja í.

Merkel og Scholz skatt ‘Wirtschaftswunder’
Helmuth Kohl kanslari doyði í 1998, og Gerhard Schrøder kom eftir hann.

Kohl var borgarligur, men fylgdi ikki fíggjarpolitikkinum hjá Ludwig Erhard.

Schrøder var javnaðarmaður og kanslari frá 1998 til 2005. Hann vendi skútuni.

Hann visti, at ‘búskaparundrið’ hjá Erhard mátti fáa ein nýggjan ‘kickstart’.

Hóast javnaðarmaður, so lækkaði Schrøder toppskattin úr 53% niður í 42%.

Eisini bant hann fakfeløgini niður og frígjørdi arbeiðsmarknaðin. Tá bragdaði.

Eftir Schrøder kom ‘borgarliga’ Angela Merkel (CDU) frá 2005-2021.

Merkel valdi heldur at loyva 1 mió muslimum inn í Týskland enn kapitalismu.

Eftir Merkel kom Olaf Scholz. Hin “Grøni” Robert Habeck umsitur fíggjarmál.

Teirra politikkur hevur verið sjúkliga grønur. Úrslitið hareftir. Stígur og afturstig

Týskland er fallið í ‘grønar’ ránsmannahendur. El-orka trýtur í ólukkumát.

El-megin er dýrkað 3-falt. Nógvar fyritøkur eru stongdar ella flýddar til Kina!

Størsti búskapur í Evropa fær langífrá nokk av orku, men er heftur at Putin.

Kulturin hjá klimafasistunum hevur gjørt Týskland til ein risa á leirfótum.

Sosialistiska, ‘grøna’ Týskland klárar nú hvørki at útvega orku ella verja seg.

Hví lata fólk seg blinda og svindla av sosialismu heldur enn læra av søguni?

Óli Breckmann

(Video hjá Zitelmann um sama evni sæst niðanfyri)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo