Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Vit hava fleiri spennandi verkætlanir og avbjóðandi uppgávur til ein landmátara/verkfrøðing. Tú kemur at virka í eini framkomnari fyritøku, sum brennir fyri at vera fremst, har góðska, trygd og trivnaður eru lyklaorðini í daglig degnum.

Um tú er klár/ur til at koma ígongd við yrkisleiðina ella tú ynskir at menna teg víðari á yrkisleiðini við royndum frá sum landmátari ella verkfrøðingur, so hava vit rætta starvið til tín. Vit bjóða tær uppgávur, sum passa til tín, tú fær góðar starvsfelagaðar til at samstarva við og møguleikarnir at førleikamenna teg bæði fakliga og persónliga eru góðar. Sí meira um starvið niðanfyri.

Arbeiðsøki
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • Uppmáting, avseting og modelering.

  • Nøgdarútrokning.

  • Dokumentatión av gjørdum arbeiði og máting.

  • Ráðgeva og stuðla verkætlanum.

  • Aðrar uppgávur eftir tørvi.

  • Dataviðgerð og maskinstýring.

Tín vangamynd

  • Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir, dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.

  • Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan landmáting, verkfrøði ella líknandi. Tað er eitt ynski, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki.

  • Tú hevur góðar matmatiskar førleikar.

  • Tú hevur kunnleika til kt-skipanir so sum MS-Office og AutoCad Civil3D.

  • Tað er ein fyrimunur, at tú hevur kunnleika til Trimble.

Vit bjóða
Eitt gott arbeiðsumhvørvi, har vit millum annað hava fokus á digitalisering, burðardygd, førleikamenning og ikki minst at tú skipar tín dag sjálv/ur saman við starvsfeløgunum og leiðslu. Tú kemur at virka í einum toymi av dugnaligum landmátarum.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jón Sigurdsson, stjóra, á tlf. 210683.

Umsóknarfreist 29.04.2024

SØK STARVIÐ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo