Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðingina fyri fíggjarárið 2020.

Og tá ið talan er um Miðlastuðulin, so hevur Landsgrannskoðanin ymiskt at finnast at.

Millum annað vísti grannskoðanin hjá Landsgrannskoðanini, at stuðulsgrundarlagið er ikki eins hjá øllum umsøkjarunum, og hava teir tí ikki fingið stuðul á sama grundarlagi í 2019.

- Líkt er til, at umsøkjarar hava ikki somu fatan av, hvat liggur í heitinum lønarútreiðslur, og hvat freelance er, skrivar LG.

Hjá teimum flestu, men ikki øllum, eru útreiðslur til freelance v.m. roknaðar sum rakstrarútreiðslur og eru partur av bruttoúrslitinum.

Landsgrannskoðanin skal vísa á, at tá ið roknskapurin bert vísir bruttoúrslit, kunnu útreiðslur ikki knýtast til roknskapartølini, hóast avrit av rokningum fyriliggja.

Landsgrannskoðanin ivast í, um heimild er at lata stuðul út frá øðrum fortreytum enn lønarútreiðslum, serliga út frá tí hugsan, at mentanarnevndin broytti orðingina í lógaruppskotinum frá at vera rakstrarútreiðslur til at vera lønarútreiðslur.

Útreiðslurnar eru skjalprógvaðar á ymiskan hátt, onkur roknskapur er grannskoðaður og aðrir ikki.

Summar lønarútreiðslur eru fyri undanfarna roknskaparár og aðrar eru fyri kalendaraárið.

Landsgrannskoðanin kann tí ikki sanna, at stuðulin er latin á røttum grundarlagi.

Sambært Uttanríkis- og mentamálaráðnum hevur Miðlastuðulsnevndin greitt frá, at av tí at talan var um nýggja lóggávu, tá ið nevndin fór til verka í 2017, mátti nevndin finna ein leist at virka eftir og at viðgera stuðulsumsóknirnar út frá.

Nevndin staðfesti tíðliga, at tilfarið, hon hevði at meta umsóknirnar eftir, var ikki einsháttað. Roknskapirnir vóru ymiskir, nakrir vóru grannskoðaðir og aðrir ikki.

Eisini vóru roknskapirnir gjørdir á ymiskan hátt, eitt nú viðvíkjandi lønarútreiðslum, freelanceútreiðslum o.ø.

Sambært nevndini gjørdu tey nógv burturúr at fáa miðlarnar at skjalprógva útreiðslurnar, ið teir hava søkt um stuðul til. Í fleiri umførum bóðu tey um meira tilfar bæði frá umsøkjarum, grannskoðarum og frá TAKS.

Landsgrannskoðanin mælti til, at Uttanríkis- og mentamálaráðið skipar soleiðis fyri, at miðlastuðulin verður latin sambært lógini, at umsøkjararnir eru kunnaðir neyvt um stuðulsgrundarlag, krøv til grannskoðan o.a., og at virksemið hjá Miðlastuðulsnevndini fylgir kunngerðini m.a. við at avgerðir vera skjalfestar í gerðarbók.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur í 2021 lagt uppskot fyri Løgtingið um broyting í lógini um miðlastuðul, har lagt er upp til at broyta leistin fyri, hvussu miðlastuðul verður veittur.

Sambært uppskotinum skulu miðlar ikki longur søkja um stuðul grundað á lønarútreiðslur, men ístaðin grundað á ítøkiligar verkætlanir.

Uttan mun til um lógin verður broytt ella ikki, tekur Uttanríkis- og mentamálaráðið undir við Landsgrannskoðanini, at tørvur er á at eftirmeta umsóknarskjalið og møguliga at orða eina vegleiðing, soleiðis at tað er greiðari fyri øllum, hvat er stuðulsheimilað.

Sí alla ársfrágreiðingina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo