Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Landsstýrið er í løtuni í tøttum samskifti við Reyða Kross Føroya um at lata neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar, ið hava rakt Sýria og Turkaland.

Neyðhjálpin fer til at veita teimum neyðstøddu fyrstuhjálp og sálarliga fyrstuhjálp, mat, vatn, teppir og sjúkraflutningstænastu.

- Sum partur av altjóða samfelagnum hava vit skyldu at veita neyðstøddum hjálp. Støðan í Sýria og Turkalandi er vanlukkulig,  og tað sker í eyguni at síggja menniskju í so svárari neyð, nú teirra hús og heim eru rapað, heldur Aksel V. Johannesen, sum í løtuni er virkandi landsstýrismaður í menningarsamstarvi og neyðhjálp.

Løgtingsviðgerð krevst
Tá fíggjarlógin fyri 2023 ikki er samtykt enn, kann landsstýrið í løtuni ikki av sínum eintingum lata neyðhjálp.

Tí fer Løgtingið væntandi í komandi viku at taka støðu til, um bráðfeingis játtanarlógin skal broytast, so neyðhjálp kann latast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo