Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur síðani 2. oktobur verið í verkfalli. Síðani tá er verkfallið alsamt víðkað, og frá í morgin fevnir tað um 40 deildir á øllum trimum sjúkrahúsum.

Allar seingjardeildir hava longu verið í verkfalli í 17 dagar, og eftir tað, er arbeiðið lagt niður á øllum skurðdeildum og flestu amubulatorium.

Verkfallið fevnir harumframt um skaðastovurnar á øllum trimum sjúkrahúsum, og í morgin fer skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini í verkfall.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur hetta tíðarskeiðið tikið ábyrgd, og givið tey undantøk, ið skulu til fyri, at lív ikki verða sett í vága.

- Vit hava víst vilja at finna loysnir. Samstundis uppliva vit larmandi tøgn og lívshættisligt treiskni frá Fíggjarmálaráðnum, ið, enn sum áður, noktar at samráðast.

- Okkara stríð snýr seg um at tryggja haldførið í sjúkrarøktini, eitt stríð, ið landsins myndugleikar áttu at barst saman við okkum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða til ov seint er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo