Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Feløgini hava roynt vøllin og eru sera vælnøgd. Í dag var lítil samkoma, har borgarstjórin vegna kommununa handaði vøllin.

Borgarstjórin helt stutta røðu, har hann takkaði HB og B36 fyri tolni – feløgini hava alla hesa longu tíð klárað seg við hinum vallunum í kommmununi, Hoyvíksvøllinum, Vøllinum í Vika og Eysturvøllinum, og tey hava vant á niðara vølli og vant og leikað á Tórsvølli.

- Sóttarhaldsreglurnar forpurraðu tykkum ta stórhending at hava Champions League-dystirnar her. Tað er sjálvandi ótrúliga spell.

- Men nú eru vit so komin hertil – nú gera vit Tórsvøll og so niðara vøll. Allir altjóða dystir kunnu spælast her og landsdystirnir á Tórsvølli.

- Fótbóltssamband Føroya hevur framt eftirlitssýn av nýggja graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali til tess at staðfesta, um vøllurin lýkur ásettu treytirnar í Vallarreglugerð FSF´s viðvíkjandi mátum.

- Eisini skuldi staðfestast, um vøllurin annars lýkur FIFA ásett krøv til mát í Fótbóltslógini.

- Eftirlitssýnið varð framt 1. juni 2021 og í niðurstøðuni verður sagt, at Ovari vøllur í Gundadali er góðkendur at nýta í øllum deildum í føroysku lands- og steypakappingini í fótbólti.

- Men tað, sum tað heila snýr seg um er, at feløgini eru nøgd við vøllin. At vøllurin svarar tykkara krøvum og at tit eru nøgd og fegnast um at venja og spæla her.

- Verkløg í Gundadali og betri umstøður til fótbóltin steðgar tó ikki her, tí í hesi løtu er arbeiði eisini í gongd at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið á Tórsvølli - og tað arbeiðið er liðugt miðskeiðis í juli.

- Og um góðar tvær vikur verður byrjað at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið á niðara vølli, so at væntandi í endanum av august fer aftur at bera til at spæla á einum dagførdum Niðara vølli - og tá vilja vallarumstøðurnar aftur vera dagførdar.

- Høvuðsveitari er Metatron Ehf, og er vøllurin av vælkenda slagnum Polytan. Ráðgevi hevur verið LBF, umframt at umsitingin og Ítróttaanlegg hava havt ein virknan leiklut í at fáa hetta verklagið at eydnast.

- Í dag kunnu vit so fegnast um nýggju umstøðurnar á Ovara vølli og eg fari tí at ynskja tykkum allarbestu eydnu við vøllinum og vóni inniliga, at vøllurin fer at roynast tykkum væl – og at tað fer at eydnast tykkum framhaldandi at hava góða menning, úrtøku og úrslit, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo