Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Soleiðis sum ein skilti løgmann í útvarpinum í gjárkvøldi, so fór samgongan einans at áleggja sjúkrarøktarfrøðingunum ávísar skyldur viðvíkjandi neyðugum undantøkum. Talan verður neyvan at samtykkja eina loysn á lønartrætuni.

Men, um einans neyðug undantøk verða tryggjaði, tá letur hann Ruth Vang sita eftir við trupuleikananum at fáa eina semju við sjúkrarøktarfelagið, ið greitt hevur boðað frá, at tey ikki bakka tumman, og tískil als ikki eru í eini samráðingarstøðu!

Sostatt letur hann, uttan at himprast, verkfallið og harav umstøðurnar viðvíkjandi leingjandi bíðilistum hjá sjúklingum bara halda fram uttan nakra loysn.

Og har situr tá Ruth Vang og skal velja millum pest og kolera.

Tað, sum tá umræður fyri hansara viðkomandi, er bara at sleppa sær sjálvum og Javnaðarflokkinum undan eini størri konfrontatión við fakfelagsrørðsluna heldur enn at loysa ein stóran samfelagstrupuleika!

Kenni ikki løgmann persónliga, men hevði roknað við meira enn hesum frá hanara síðu! Spennandi verður at síggja, um Ruth Vang og Framsókn lata seg kúga av samstarvsflokkunum.

Tey hava jú eini 20 - 30 onnur fakfeløg at berjast við og ikki bara hesa streykuna at hugsa um. Einki av hesum 20 - 30 feløgunum fer at góðtaka lægri lønarhækking enn hini - tvørturímóti fara tey sjálvsagt, hvørt í sínum lagi, at krevja sum mest í sín part. Hjá teimum verður skomm at góðtaka tað sum semingsstovnurin kemur við, og ikki treiskast við streykum, so sum sjúkrarøktarfrøðingarnir gera.

Júst tí er útskeldaði karmurin neyðugur!

Semingsuppskotið er klárt til lóggávu. Tað er nú Framsókn má krevja semingsuppskotið lógarfest, alt annað kemur teimum aftur um brekku! Framsókn hevur ábyrgd bæði av landskassans rakstri, og ikki minnst hava tey eisini ábyrgdina av at menna og varðveita kappingarføri hjá føroyska vinnulívinum.

Sleppa tey nú leyst einari lønarglíðing, sum fer upp um tann karmin, ið longu er settur, so kann tað saktans koma at merkja áttatiárini umaftur!

Upp gjøgnum áttatiárini hevði framleiðsluvinnan/flakavirkini Ráfiskagrunnin at endurrinda allar økjandi lønarútreiðslur. Úrslitið varð lønarhækkingar uttan fyrilit. Ikki fyrr enn út móti nýtiárunum varð lagt á annan bógv, og tá komu streykurnar. Men tá varð Javnaðarflokkurin/Atli Dam so mikið at sær komin, at gjørt varð tað, sum neyðugt var. Tá varð á einum sinni semingsuppskot gjørt til lóg og á øðrum sinni varð lønarniðurskurður fyri øll almennt starvsfólk uppá 9% samtyktur undir Javnaðarfloksins leiðslu! Ikki tíð at Javnaðarflokkurin varð kroystur av okkum í Fólkaflokkinum, men tí tey sóu, at neyðugt var við afturhaldi, og tí ið verri var! 

Men, munurin er helst stórur á Javnaðarflokkinum tá og nú! Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer!

Sv. Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo