Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður hann fyrst landsynningur, seinni beinur eystan, lot til frískan vind, sól ein stóran part av degnum og hitin um 7 stig.

Týsdagin ímillum eystan og landnyrðing, strúkur í vindi, yvirhøvur turt og kaldari, niður í 3 stig.

Mikudagin frískar hann sum frálíður vindin av landsynningi, ímóti kvøldi hvassur vindur, okkurt ælstroyggj og lýggjari aftur, um 8 stig.

Hósdagin byrjar dagurin við framhaldandi nógvum vindi av landsynningi, men um middagsleitið er vindurin blivin burtur og tað verður bara eitt fleyr, sólglottar men eisini møguleiki fyri onkrum æli og hitin um 7 stig.

Fríggjadagin lot til frískt lot av landsynningi, skýggjað og okkurt æli, hitin uppí 9 stig.

Næsta vikuskifti verður hann landsynningur og sunnan í ættini og tað fer at regna, serliga sunnudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo