Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í dag leggur Lisbeth Danielsen frá sær eftir 38 ár sum røktarstarvsfólk. Frammanundan tí var hon dagpleygumamma hjá Tórshavnar kommunu, so samanlagt er talan um fleiri enn 40 ár í tænastuni. Lisbeth hevur verið ein ígongdsetari á mongum økjum.

Hugnaløta var á Ellisheiminum í morgun, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu fyri Lisbeth og handaði henni gullheiðursmerki Tórshavnar býráðs fyri 40 ára tænastu. Borgarstjórin nevndi, at Lisbeth hevði verið við frá byrjan.

- Tú hevur verið við frá byrjan. Tú byrjaði at starvast sum røktarfólk á Umlættingarheiminum, tá tað lat upp í 1984. Longu áðrenn tað hevði tú verið dagpleygumamma hjá Tórshavnar kommunu.

- Í 1995 komst tú yvir á Ellisheimið at arbeiða í røktini fyri Dóru Gaard, sum nú er sett í starv sum deildarleiðari á Ellisheiminum. Hetta starvið røkti tú í áleið 2 ár, fyri síðan at fara í starv í ítrivinum.

- Sum tú sjálv hevur sagt frá, so var títt fokus innan ítriv nærvera, hetta at vera til staðar og hava ein-til-ein tíð saman við búfólkum.

- Hetta sást aftur, tá brúkararnir hvønn morgun spurdu, um Lisbeth var tøk, tí so komu tey tíðiliga upp. Um tú ikki var í ítrivinum, so kundu tey akkurát tað sama leggja seg aftur.

- Tú plagdi eisini at lesa avísirnar upp fyri teimum gomlu, so tey kundu fylgja við í tí, sum rørdi seg í samfelagnum. Tey gjørdu ymiskt úr leiri, tí tú skaffaði brenniovn til tess.

- Tey bundu teppir saman, sum blivu send til fátøk í øðrum londum.

Tey gingu túrar, har tú eisini fekk skaffað tveir benkur á føstu rutuna, tey gingu, so tey gomlu fingu hvílt seg á vegnum.

- Umframt tað fekst tú í lag at fáa ein gelendara fram við garðinum á Elliheiminum til tey gomlu at halda sær í. Og til teirra, sum ikki fingu gingið, har skaffaði tú ein el-koyristól og seymaði eitt klæði til, so tú kundi fara túr við teimum.

- Tað hoyrist kanska ikki so nógv til tín, men tú hevur fingið nógv av skafti í tíni tíð á Ellisheiminum. Saman við øðrum starvsfólkum á Ellisheiminum vart tú við til at skaffa ein buss til húsið, so til bar at fara biltúr við búfólkunum. Eisini var tað tú, sum skrivaði um at fáa parkeringspláss til bussin uttanfyri Ellisheimið.

- Í 2004 fórt tú til Suðuroyar at útbúgva teg til heilsuhjálpara. Tá tú komst aftur úr Suðuroy, fórt tú aftur í røktina - og tað var samstundis, sum ítrivið bleiv niðurlagt. Hetta var ein stórur missur fyri Ellisheimið og búfólkini.

- Tú arbeiddi í røktini í áleið hálvtannað ár, men fekk tíverri trupulleikar við rygginum. Um sama mundið fór Katrin, sum tá starvaðist í vaskikjallaranum, frá fyri aldur, og tá tókst tú yvir í vaskikjallaranum, har tú nú hevur verið í eini 6-7- ár.

- Tú hevur verið og ert góð fyri Ellisheimið. Tú ert góð at heita á um tað er nakað. Her man ikki vera skrivað eitt kort í húsinum, uttan at tú hevur hildið á penninum. Tú dugir nemliga sera væl at skriva og seta orð saman.

- Sum persónur ert tú sera rólig, jarðbundin, loyal, mild, sosial, skemtingarsom, søgufróð, arbeiðssom og hjálpsom. Tú ert sostatt ein góður álítandi starvsfelagi við nógvum góðum dygdum.

- So mong ár ikki smávegis á sama arbeiðsplássi. Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru tey, vit leita til, tá vit kanna og meta um trivnaðin á arbeiðsplássunum.

- Øll vita, hvussu stóran týdning tað hevur at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

- Og allar leiðslur vita, hvussu ótrúliga torført tað er at erstatta tílík fólk, sum vita og duga alt, fólk, sum hava elskað sítt arbeiði og gjøgnum drúgva tænastu eru vorðin partur av einum toymi, har tey leggja eftir seg eitt stórt tómrúm.

- Fólk við tílíkum innliti og slíkum royndum hanga altso ikki á trøunum, og tí er tað ein stórur missur fyri kommununa, at tú nú gevst í tínum arbeiði. Sostatt verður á fleiri hættir saknur í tær. Hinvegin, so hevur tú væl og virðiliga gjørt tína skyldu og tikið títt tørn, so tað skal vera tær væl unt, at tú nú sleppur at taka tær av løttum.

- Tú ert gift við Jóhan – eg skilji, at Jóhan fyllir 80 nú í február. Tit bæði eiga Gurið og Kára, sum hava givið tykkum fleiri ommu- og abbabørn. Eg veit tit hava búð leingi í húsum úti á Norðasta Horni, men eru nú flutt niðan í hitan í Gundadali at búgva hjá Kára og Christinu.

- Eg vóni tit bæði fáa góðar stundir og atstøður at vitja ommu- og abbabørnini og at tú fært stundir til okkurt ítriv. Eg havi hoyrt at tú ert serliga ófør til jóla- og páskaklipp. Tú plagdi at vera ófør til fimleik og hevur verið aktiv í Filadelfia eisini. So eg kann ikki ímynda mær, at tit fara at keða tykkum.

- Og sjálvandi skal ein tílíkur dagur ikki fara framvið, uttan at vit gera nakað burturúr, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann handaði gávu, blómur og gullmerki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo