Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá tað snýr seg um tvídráttin millum arabisku londini og Ísreal, tykist tað sum, at leiðarar heimsins eru serstakliga stuttmintir. Teir gloyma, at tað var ein jødiskur evnafrøðingur, sum bjargaði Stórabretlandi undan at tapa fyrra heimsbardaga. Teir gloyma, at bretska stjórnin gav jødunum loyvi at stovna eitt tjóðarheim fyri allar heimsins jødar í Heilaga Landinum. Teir gloyma, at Stórabretland við sviki kubbaði 77 % av lovaða jødiska tjóðarheiminum og gav henda stóra partin til Abdullah Ibn Hussein.

Í síni altrá eftir at stovna ein PLO – stat, gloyma heimsins leiðarar, at tað longu finst eitt heimland fyri “palestinararnar – eitt land, sum eitur Jordan. Teir gloyma, at Abdullah Ibn Hussein í veruleikanum vildi kalla land sítt “Hitt Hashemittiska Kongsdømi Palestina”, men teir góvu eftir fyri bretska trýstinum og kallaðu so landið fyri Transjordan. Nú eitur tað “Hitt Hashemittiska Kongsdømi Jordan.” Teir gloyma, at 70 % av fólkinum í Jordan eru ”palestinarar.” Hesir heimsins leiðarar gloyma, at Hussein kongur í 1981 segði í Paris, at ”Sannleikin er, at Jordan er Palestina, og at Palestina er Jordan.” Teir gloyma eisini, at trý ár seinni endurtók hann júst tað sama í Kuwait, at ”Jordan er Palestina – Jordan er í sær sjálvum Palestina.”

Teir gloyma, at Hussein prinsur, meðan hann enn var krúnprinsur og arvingur til trónu Jordans, segði: ”Palestina er Jordan, og Jordan er Palestina. Tað er eitt fólk og eitt land við somu søgu og somu lagnu.”

Teir gloyma, at leiðarin í PLO, Jassir Arafat, eisini hevur sagt, at ”Tað, sum tú kallar fyri Jordan, í veruleikanum er Palestina.” Teir gloyma eisini, at næstovasti Arafats, Abu Iyad, eisini segði, tá tað snýr seg um fólkið í Jordan, og tey, sum eru undir leiðslu PLO: ”Vit eru sama fólk.”

Heimsins leiðarar gloyma, at Palestina í mong hundrað ár lá oyðið og tómt, og at tað vóru jødar, sum dyrkaðu landið og veltu upp úr nýggjum, og tað var tað, sum fekk arabararnar við endan av 19. árhundraði og byrjanina av 20. árhundraði at flyta inn í ”Palestina” úr øðrum londum. Teir gloyma, at tað vóru tær arabisku tjóðirnar, sum byrjaðu øll kríggini millum arabisku londini og Ísrael. Teir gloyma, at landið, sum arabararnir krevja, tað er landið, sum Ísrael vann sær aftur í sjálvverju.

Lítla Ísrael ræður yvir einum øki, sum er 22.000 km2. Arabaralondini ráða yvir einum øki, sum er 13.132.327 km2. Tað merkir, at Ísrael kundi ligið inni í arabaralondunum 596 ferðir. Sambært Wikipedia búgva 456.520.777 fólk í arabiska heiminum, tað merkir, at einans 35 fólk búgva á hvørjum km2.

Í Ísrael búgva sambært Wikipedia umleið 9.000.000 fólk, umleið 7.000.000 jødar og umleið 2.000.000 arabarar. Tað merkir, at á hvørjum km2 búgva umleið 410 fólk. Tað vil siga, at umleið 12 ferðir fleiri fólk búgva á hvørjum km2 í Ísrael enn í Arabaralondunum. Men arabararnir skoyta ikki um sínar egnu brøður, sum búgva í Gaza og á sokallaða Vestara Áarbakka, sum er bíbilska Judea og Samaria.

Ísrael hevur, sum sagt omanfyri latið frá sær umleið 77 % av landinum, sum í nýggjari tíð varð lovað teimum. Í 2005 gjørdi Ariel Sharon ta ”góðu gerð”, at hann tók allar ísraelsku búreisingarnar, sum búðu í Gaza, út. Tað stóðst mikið stríð av tí, men endin var, at allir ísraelittar, sum búðu har, ímóti sínum vilja vórðu fluttir út. Nú skuldi friður ráða, varð roknað við. Men sum øll vita, so bleiv Gaza ein terrorstatur, sum ferð eftir ferð, nú í mong ár, hevur sent rakettir í túsundatali inn í Ísrael.

Nú er aftur kríggj, byrjað av Hamas, men fyri tað mesta gráta heimsins leiðarar síni krokodillutár og seta næstan bara ljóskastaran á Ísrael – og geva Ísrael skuldina. Ófatiligt !! Vónandi ger Ísrael av við Hamas eina ferð fyri allar, tað hevur Netanyahu lovað, og tað fer hann eisini at gera.

Victor á Lakjuni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo