Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fimleikafelagið Ljósið hevur í dag skipað fyri eini verkstovu fyri venjarar á kappingarliðunum undir heitinum Fimleikur og sálarheilsa.

Nevndin í Ljósinum hevur sett sær sum aðalmál, at tað fyrst og fremst skal vera stuttligt at gera fimleik. Harnæst skal fimleikurin viðvirka til góða kropsliga heilsu og góð úrslit.

Tað er í lagi at seta sær stór mál og at vilja vinna. Men málið um at vinna eigur ongantíð at skugga fyri huginum til ítróttin. Tí skipaði nevndin fyri eini verkstovu um sálarheilsu, har sálarfrøðingurin Annika Helgadóttir Davidsen, vísti á, hvussu venjararnir á kappingarliðunum hjá felagnum kunnu fyribyrgja, at íðkararnir koma undir ov stórt sálarligt trýst.

Tað er ein sannroynd at fleiri ítróttafólk, kanska serliga ungar gentur, fáa sálarligar avbjóðingar av at vera undir stórum trýsti. Á einum fimleikaliði er ikki óvanligt, at ein, umframt at vilja avrika sítt besta, eisini kennir eitt ávíst trýst í mun til vekt og útsjónd. Hetta trýstið kemur afturat skúla, karakterum og øllum hinum, sum tey ungu skulu liva upp til í dagsins samfelag.

Vit hava havt eitt ávíst fráfall í felagnum, eisini m.a. orsakað av ov stórum trýsti. Men hetta skal ikki skiljast sum um, at vit hava ein stóran trupulleika við sálarheilsuni hjá íðkarunum. Heldur skal hetta skiljast soleiðis, at nevndin tekur tað í størsta álvara, og sær hetta sum eitt fyribyrgjandi tiltak, so trupulleikin ikki verður vaksandi. Íðkararnir brúka ein stóran part av síni frítíð í Fimi, og tí er tað av stórum týdningi, at tað er stuttligt at venja, og at venjingarnar eru uppbyggjandi.

Nevndin heldur, at minni trýst ikki merkir tað sama sum verri úrslit. Kanska heldur øvut. Kenna allir fimleikararnir seg væl, veksur hugurin til fimleikin, og harvið verða avrikini helst eisini betri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo