Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar Súkklufelag: So upprann dagurin. Dagurin tá súkklarar, fimm dagar á rað, skulu kappast kring landið. 

Í ár er tað Leif Mohr, ið er høvuðsstuðul, og kappingin í ár hevur tí fingið navnið LM Kring Føroyar 2021.

Hetta er 25. árið at kappingin verður skipað, og TSF, ið fyriskipar kappingina, hevur hvørt ár lagt seg eftir at koma so víða um landið sum tilber. 

Í ár verður kappast í Vágum, Eysturoynni, Borðoynni, Viðoynni, Suðuroynni og Streymoynni. 

Í mun til í fjør er longdin á teinunum broytt nakað. Tað verður koyrt umleið 60 km hvønn dagin, øll koyra í ár sama tein. Tilsamans verður koyrt góðar 300 kilometrar.

Kappingin byrjar í dag, og í dag verður tað Vágoyggin, ið er karmur um 1. etapu. Tað verður kappast í Einkultstarti, og tað merkir, at ein og ein súkklari koyrur ein ávísan tein. Ein minuttur er millum hvønn súkklara, súkklarin koyrur alt hann er mentur, og tá øll eru komin á mál, verður vinnarin funnin. 

Teinurin í dag er frá FK í Miðvági til Bø, har vent verður, og so gongur leiðin aftur til Miðvág. Ein teinur á góðar 25 kilometur. 

Favorittar
Spennandi verður at um hvør vinnur samanlagt í ár. Ongir útlendingar eru við í ár, men okkara sterkastu súkklarar eru við. Teir eru sera javnir, og onkran dagin hevur annar vunnið, og onkran dagin hin. Helgi W. Olsen og Dávur Magnussen hava í ár verið sera javnir, og tað hevur fleiri ferð bert verið sekundir, ið hevur verið munurin millum teir báðar. 

Í fótbóltsheiminum verður sagt, at "bólturin er rundur", og at alt tí kann henda. Í súkkling, eins og flest øllum ítróttargreinum, er dagsformurin sera avgerandi. Jákup Petur Eliasen er aftur í ár sera væl koyrandi, og rakar hann dagin, so kann tað gott henda, at hann onkran dagin gerst etapuvinnari.

Hjá kvinnum verður spennandi at fylgja við hvørs tað verður Rigmor Rasmussen ella Maria Svabo, ið verður samlaður vinnari.

Sum áður nevnt, so byrjar kappingin í dag. Vágoy er karmur um 1. etapu, tað verður kappast í Einkultstarti, og klokkan 18.00 fer fyrsti súkklarin avstað.   

Kring Føroyar 2021, 4.3.docx  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo