Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í morgunsendingini ”Góðan morgun Føroyar” borðreiddi annar av vertunum við eini óunniligari samrøðu mikumorgunin 28. desember.

Samrøðan var við eina føroyska kvinnu, sum býr í Danmark. Fyri mær kendist sendingin sera óunnilig, sum ein beinleiðis sølusending, ið kendist umbiðin. Slíkt skulu vit ikki draga inn í útvarp okkara.

Ikki er neyðugt hjá morgunsendingini í útvarpinum at fara út um oyggjarnar eftir slíkum tilfari. Lat hesa morgunsending vera eina sending, sum er sprottin úr føroyskum jørðildi og gerandislívi, soleiðis sum tað vanliga hevur verið í morgunsendingini.

Púra burturvið! Júst eftir at hava hildið jól, eina av størstu kristnu hátíðunum, skuldu vit hoyra um slíkt, sum má metast sum beinleiðis yvirtrúgv.

Ein kona segði fyri mær, at hon kendi tað so óunnligt at lurta eftir hesi sendingini, at hon sløkti fyri morgunsendingini hendan morgunin.

Fleiri ferðir varð hetta nevnt fyri ”tað andaliga”. Men hvørjum anda hetta var av, kunnu vit hvør sær døma um, men óunniligt var tað. Bíblian talar um Guds anda og illar andar.

Morgunsending útvarpsins eru vanliga rættiliga góðar og hugnaligar. Men tað var nevndi partur av hesi morgunsending ikki.

Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo