Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Aksel V. Johannesen, løgmaður og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, vóru til móttøku í Fólkatinginum í dag, har tey fingu høvi at heilsa uppá ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum er á almennari vitjan í Danmark.

Í hesum sambandi, hevði hennara Háting Margretha drotning boðið løgmanni til miðmála saman við Ukrainska forsetanum. Til miðmálan luttóku millum annað eisini danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin.

Sýndan stuðul til ukrainska fólkið
Í stuttum práti við Zelenskyj forseta, segði løgmaður, at ukrainska fólkið hevur fullan stuðul frá føroyska fólkinum.

- Eg nýtti høvi at gera greitt, at Føroyar standa saman við Ukraina í stríðnum um frælsi. Harafturat segði eg forsetanum, at vit framhaldandi fara at taka móti flóttafólkum og veita neyðhjálp til Ukraina, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Síðani stóri sorgarleikurin í Evropa brast á...
...hava Føroyar tikið móti ukrainskum flóttafólkum. Eitt samt løgtingi lat somuleiðis neyðhjálp til Ukraina í vár, og hendan upphædd verður enn størri komandi ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo