Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Í november vóru 28.200 løntøkarar. Tað eru stívliga 200 fleiri enn sama mánað í fjør, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,8 prosent. Løntakaratalið er vaksið støðugt síðani 2021, men gongdin kann benda á, at stígur er um at koma í vøksturin.

Lutfalsliga fleiri kvinnur lagdar afturat løntakaraskaranum
Tað eru løgd bæði fleiri menn og kvinnur afturat løntakaraskaranum seinasta árið. Í november vóru um 14.500 menn og 13.800 kvinnur løntakararar. Vøksturin er ávikavist 0,7 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum í mun til árið fyri. 

Útlendskir ríkisborgarar áttu meginpartin av vøkstrinum í november
Løntakarskarin er vaksin við góðum 200 persónum í november í ár samanborið við sama mánað í fjør. Meginparturin av vøkstrinum í november er útlendskir ríksborgarar. Teir eiga 86 prosent av vøkstrinum. 

Í november vóru 7,7 prosent av løntakarunum útlendskir ríkisborgarar. Um sama mundið í fjør vóru teir 7,1 prosent.

Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo