Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Andreas Egeberg Jacobsen og Poul Kallsberg hava undirskrivað sáttmála við Skála Ítróttarfelag fyri næsta kappingarár.

Andreas er 20 ára gamal. Hann er skjótur og álopssinnaður vongspælari, sum leikti í alt 43 dystir í 2019. Hann skoraði tilsamans 10 mál, harav trý í Betri deildini og eitt í steypakappingini.

Poul er 16 ára gamal álopssinnaður miðvallari. Hann hevði eitt frálíkt kappingarár í 2019, har hann bæði var partur av U21 og 1.deildarliðunum hjá Skála, umframt at hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betri deildini. Eisini var Poul við U17 manslandsliðnum, har hann skoraði ímóti Danmark í EM undankappingini. 

Skála gjørdist nummar seks í Betri deildini í 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo