Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Akfør, ið flyta fólk sum nýta rullistól, kunnu fáa loyvi at seta fólk av í Steinatúni á ólavsøku. Framman fyri H.N. Jacobsens bókahandli eru eisini pláss sett av til fólk í rullistólum undir setanini ólavsøkuaftan og undir skrúðgonguni og kórsanginum ólavsøkudag.

Fyri at sleppa innum avmarkingarnar í Bøkjarabrekku og Niels Winters gøtu er tó neyðugt, at serflutningsakfarið er eyðmerkt við skrásetingarnummari og kontaktpersóni áðrenn ólavsøku, soleiðis at vaktarhaldið á staðnum veit, hvørji akfør eru góðkend at koyra oman í Steinatún.

Serflutningsbussurin hjá Tórshavnar kommunu, sum verður nógv bílagdur til flutning av fólki í rullustóli, er góðkendur frammanundan. Fólk, ið brúka hendan bussin, nýtast tí ikki at gera vart við seg. Onnur, ið vara av akførum til flutning av fólki í rullustóli, verða tó biðin um at siga kommununi frá, um tey ynskja at nýta henda møguleikan á ólavsøku. Tað kanst tú gera við at senda kommununi ein teldupost á torshavn(at)torshavn.fo við navni og telefonnummari hjá kontaktpersóni umframt skrásetingarnummarið á akfarinum.

Legg til merkis, at tað ber eisini til at koyra oman á parkeringsøkið á Skálatrøð á ólavsøku, og eftir kappróðurin er koyrandi til parkeringsøkið á Bursatanga.

Framman fyri H.N. Jacobsens bókahandli eru eisini pláss sett av til fólk í rullistólum undir setanini ólavsøkuaftan og undir skrúðgonguni og kórsanginum ólavsøkudag:

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo