Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tíðliga í morgum komu boð til politiið úr Tinganesi um, at tey hoyrdu neyðarróp. Tey vistu bara ikki hvaðani tað kom, og tá politiið kom á staðið var heldur onki at síggja. Tey fóru at ganga framvið bryggjukantinum, og at enda funnu tey ein mann, liggjandi á sjónum heilt inni í krókinum, har Smyril leggur at.

- Tá hevur hann ligið í minst 20 minuttir og var so kaldur, at hann rópti ikki meira, men helt sær tó fast, til vit fingu hjálp honum upp á turt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Maðurin var í føroyskum klæðum, og tann tankin er ikki fjarður, at klæðini hava verið við til at hildið kuldanum burtur, tí vanliga gongur ikki long tíð, bara nakrir fáir minuttir, til ein sum er so óheppin at detta á sjógv í Føroyum er so kaldur, at hann missir allan mátt og druknar.

- Maðurin var koyrdur á Landssjúkrahúsið, og har hevur hann tað eftir umstøðunum gott, hava vit frætt, sigur vakthavandi.

Annars var seinasta samdøgrið friðarligt. Veðrið var sera vánaligt og nógv fólk sótu heima og fóru ongan veg í býin. Men lagið var gott, og onki mál um harðskap ella húsaófrið er skrivað.

Tveir ungir mans verða skuldsettir fyri stuldur og rúsdrekkakoyring seinni í dag, tá teir vakna á politiøðini, har teir liggja á bóli. Teir stjólu ein bil í gjár, og rendu á eitt vegskelti. Politiið fann fram til teir og handtók teir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo