Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Málið um staðsetingina av Tjóðleikhúsinum er einmælt samtykt og avgreitt av býráðnum fyri meira enn tveimum árum síðan.

Og eg leggi ikki málið aftur fyri býráðið.

Avsetta økið til sjálvt Tjóðleikhúsið var 4.000 fermetrar, men tað var partur av eini heildarætlan fyri eystara havnaøki, sum var eitt vegleiðandi amboð fyri, hvussu økið skal skipast í framtíðini.

Eitt tílíkt øki umfatar sjálvandi vegir, grøn hugnaøki og alment felags parkeringsøki umframt.

Málið snýr seg einans um at fáa Tjóðleikhúsið at passa inn í hesa heildarætlan. Tað hava vit havt ríkiligt av tíð til.

Og eg fari nú sum borgarstjóri saman við umsitingini at taka mær av at fáa gjørt ein sáttmála skjótast, so málið ikki óneyðuga verður órógvað og drigið longur út.

Fantasifullu uppskotini um alternativar plasseringar havi eg ongar viðmerkingar til.

Málið er í mín verð samtykt og avgreitt.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo